Róðrarsamband Føroya fór í gjár av landinum við seks ungum rógvarum, sum verða mettir at hava góð evnir. Talan er um rógvarar í aldrinum 13 til 16 ár. Tey skulu luttaka í DM í innandurarógvin í morgin.
Róðrarsambandið hevur fleiri ferðingar áður luttikið í DM, men okkurt ári hevur fíggjarlig orka ikki hevur verið til tað. Eftir at býtislyklin, um hvussu ÍSF býtir pengarnar út er broyttur, hevur RSF fingið betri fíggjargrundarlag, og harvið eisini møguleika at senda rógvarar av landinum til altjóðakappingar. Alt í eini meira miðvísari ætlan.
Róðrarsambandið fer eisini til EM í París fyrst í komandi mánað, við teimum bestu av teimum eldru rógvarum.
Tey, sum er úttikið til DM eru:
Unnur Wenningsted á Torgarði, Kristianna Skarpheðinsdóttir, Barandur Kjøldbro, Lea Johansen, Nikob Helgadóttir í Gong og Jannik Dalfoss.