Hesi trý listafólkini fáa løn komandi trý árini

Carl Johan Jensen, Jens L. Thomsen og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard eru vald út

26 umsóknir komu inn listafólkalønir frá Mentanargrunni Landsins 2019. Nevndin hevur gjørt av at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn løn í trý ár til burturav at arbeiða við síni list innan tónleik, myndlist og bókmentir.

Endamálið við lønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólki, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig og faklig dygdareyðkenni.

Tey trý listafólkini eru:

Jens L. Thomsen

##med2##

Grundgeving:

Menniskja, náttúran, tøknin og Føroyar sýnast at vera miðdepilin í virkseminum og listarligu útsøgnini hjá Jens L. Thomsen. Ætlaninar eru væl lýstar, listarliga stórfingnar og somuleiðis nærverandi við ansni at tilfarsligum uppruna í tíð, rúmd og stað. Ætlaninar ganga somuleiðis, í summum førum, inn í sjálvar tónleikaligu grundlutirnir.

Tær hugsast sum partar av støðugari tilgongd, sum vísir listarligt djúphugsni og samanhang millum framleiðslugongd, tøkni og innihald. Vitanin um arbeiðið handan listaverkið fær serstakan týdning og fremur, at verkini fáa nærverandi týdning fyri lurtaran og áskoðaran.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

##med3##

Grundgeving:

Ragnhild H. Højgaard er tekstillistafólk, ið tekur støði í ull. Hon tvinnar saman nýhugsan og siðvenju í hugtakandi listaverkum. Við sínum djúptøkna kunnleika til tilfarið megnar hon at endurnýggja siðbundna arvin frá teimum, ið undan fóru, og at endurhugsa møguleikarnar hjá ullini. Listaverkini hjá henni vísa, at hon hevur skapandi evni á høgum stigi. Installatiónirnar hava drøg úr arkitekturi, listhandverki og design. Tey spæla saman við rúminum, sum tey eru í, og tala til sansirnar hjá áskoðarinum.

Hon er í eini serstøðu, tí at hon arbeiðir við tí tilfeinginum, sum vit hava her í Føroyum, og hevur stórar ætlanir um at gagnnýta okkara tilfeingi, sum tann góða føroyska ullin er.

Carl Johan Jensen

##med1##

Grundgeving:

Carl Johan Jensen kann teljast millum royndastu rithøvundar okkara. Tey útvið 40 árini Carl Johan Jensen burturav hevur starvast sum rithøvundur, hevur hann latið úr hondum hópin av ritverkum á høgum listarligum støði, fjølbroytt og poetisk avrik, ið tilsamans hava eitt stórt bókmentaligt virði. Ikki so sjáldan hava útgávur hansara elvt til kjak, ikki minst um formin.

Carl Johan Jensen hevur seinnu árini prógvað, at hann megnar at flyta seg og stíltilvitað ganga nýggjar leiðir. Hansara rannsóknir lýsa okkara samtíðarsamfelag og menniskju, samstundis sum tað næra verður samantvinnað við tað fjara, tá nomið verður við lívsins stóru grundspurningar. 

 

Nevndin:

Hesi sótu í faknevndunum at gera tilmæli til nevndina:

Ritlist: Ann Ellefsen og Bergur Rønne Moberg.

Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig Hanusardóttir Olsen.

Tónlist: Hans Pauli Tórgarð og Sunleif Rasmussen.

Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur Heinesen.