Tað verður Néstor Pitana úr Argentina, sum verður dómari og skal royna at halda skil á pørtunum, tá ið Frakland og Kroatia bresta saman í HM-finaluni sunnudagin kl.16.00. Tað hevur FIFA júst kunngjørt.
43 ára gamli Néstor Pitana, sum dagliga starvast sum sjónleikari, hevur verið FIFA-dómari síðani 2010. Hann var við í HM-endaspælinum í 2014, og hann hevur dømt fýra dystir higartil í ársins HM-endaspæli.
Hann hevur dømt bæði Frakland og Kroatia fyrr í hesum HM. Hann var dómari, tá ið Kroatia vann 1/8-finaluna á Danmark, og so var hann eisini dómari tá ið Frakland vann fjórðingsfinaluna á Uruguay.
Í teimum fýra dystunum, sum Néstor Pitana hevur dømt í hesum HM-endaspælinum, hevur hann givið tilsams 12 gul kort og tvey reyð kort. Hann hevur somuleiðis tillutað tvey brotsspørk.
Hjálardómarar hjá Néstor Pitana vera landsmenninir, Hernan Maidana og Juan Pablo Belatti. Hollendski Björn Kuipers verður 4. dómari, og høvuðsmaður í VAR-rúminum verður italski Massimiliano Irrati.