Hesin skal bjarga AC Milan

Champions League: Rafael Leão er einasti møguleikin hjá AC Milan at koppa Inter á veg í finaluna

Inter vann fyrru hálvfinaluna 2-0 við tveimum málum í teimum fyrstu 11 minuttunum. AC Milan megnaði ikki at svara aftur og saknurin av skadda stjørnuspælaranum, Rafael Leão, var til at fáa eyga á.

 

Inter (2) – (0) AC Milan (20.00)

 

Í kvøld verður fyrri finalisturin til Champions League finaluna í Istanbul funning. Slagið stendur millum grannarnar úr Inter Milan og AC Milan. Inter vann fyrri hálvfinaluna 2-0. Tað kom óvart á tey flestu, at tað komu tvey mál so tíðliga í eini hálvfinalu millum tvey italsk lið. Inter kundi enntá vunnið við fleiri málum.

 

Inter hevur funnið formin upp á júst rætta tíðspunkti. Liðið hevur vunnið sjey dystir upp í slag, skorað 21 mál og bara latið trý inn. Faktist hevur Inter ongantíð verið aftanfyri í endaspælinum í Champions League.

 

Tí kann verða ilt at fáa eyga á hvussu tað skal gleppa í kvøld. AC Milan knúgvaði Napoli í bæði Champions League og innanhýsis dystinum í landskappingini, men annars er gongdin misjøvn. Um vikuskiftið tapti AC Milan fyri Spezia.

 

Einasta vónin tykist verða stjørnuspælarin, Rafael Leão. Hann hevur ikki verið við seinastu dystirnar, men væntast at spæla í kvøld. So er spurningurin, um hann kann gera nakað við sterku verjuna hjá Inter?

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Inter: Onana; Darmian, Acerbi, Bastoni; Dumfries, Barella, Çalhanoğlu, Mkhitaryan, Dimarco; Martínez, Džeko

 

 

 

Milan: Maignan; Calabria, Tomori, Kjær, Theo Hernández; Tonali, Krunić; Saelemaekers, Brahim Diaz, Leão; Giroud