Hesin skal døma Champions League finaluna

Nú er greitt hvør skal døma finaluna millum Real Madrid og Liverpool

UEFA hevur nú sett dómarar til Champions League finaluna og Europa League finaluna. Tað verður serbiski Milorad Mazic, sum skal døma Champions League finaluna, meðan Bjørn Kuipers úr hollandi skal døma Europa League finaluna.

 

Bretskir miðlar gera nógv burturúr, at Milorad Mazic í 2014 dømdi landsdystin til HM endaspælið í 2014 í Brasil millum Portugal og Týskland. Í tí dystinum vísti Cristiano Ronaldo stóra ónøgd við onkrar av dømingunum í 4-0 tapinum. Millum annað bríkslaði hann fyri einum tunnum brotssparki til komandi HM vinnararnar, og sendi seinni portugisiska miðverjan, Pepe, av vøllinum.

 

Í Europa League finaluni møtast spanska Atletico Madrid og franska Marseille. Royndi dómarin úr hollandi, Bjørn Kuipers, sleppur tó undan at hoyra upp á venjaran hjá Aletico Madrid, tí Diego Simeone hevur fingið bann í fýra dystir, eftir at hann bleiv burturvístur í fyrru hálvfinaluni móti Arsenal.

 

Bæði Milorad Mazic og Bjørn Kuipers dømdu til farna HM, og skulu døma til HM í summar í Russlandi. Europa League finalan verður 16. mai í Lyon í Fraklandi, meðan Champions League finalan verður 26. mai í Kiev í Ukraina.