Hesin skal skjóta málini á Argjum

Betri deildin menn: AB hevur fingið tilgongd av Briani Jakobsen

Brian Jacobsen spælir við AB í 2023. Partarnir eru komnir ásamt um sáttmála, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið, boðar felagið frá.

 

- Tað grør um gangandi fót við sáttmálaundirskriftum inni í Vika í hesum døgum. Í gjár skrivaði AB sáttmála við íslendska miðverjan/miðvallaran Viktor Benediktsson, og í kvøld kunnu vit kunngera ein nýggjan føroyskan áleypara, sum veit, hvar málið stendur, verður sagt.

 

Brian Jacobsen er kent navn í føroyskum fótbólti. Stóri og sterki framherjin, ið er blivin 31 ára gamal, er uppvaksin á Skála, men hevur síðani 2019 spælt við B36. Brian hevur spælt 152 dystir í Betrideildini, har hann hevur skorað 45 mál, so talan er um ein leikara við nógvum royndum úr bestu mansdeildini.

 

AB hevur skift nakað út í hópinum til komandi kappingarár. Farnir eru Erik McCue, Matthias P. Nielsen, Yevhenii Kholmetskyi, Jonas Sapienza og Danis Zvirkic. Tilgongdin telur Nicklas Mehl, Sam Pollard, Aramis Kouzine, William Tonning, Jacob Gottberg ,Viktor Helgi Benediktsson og nú Brian Jakobsen.

 

AB spælir sunnudagin móti EB/Streymi á Eiði.