Hesin verður ringur at taka

Leygarkvøldið stungu hvalbingar ein sperðil sum slær øll met og sum verður ringur at taka

Metsperðil

Nú í flettingini hoyrist nógv um at summi kappast um at hava tann feitasta veðrin.
Men hesi seinastu árini hevur eisini ein ávís kapping tikið seg upp um at fáa tann longsta sperðilin.
Og nú flettingin er farin at halla, er aftur eitt nýtt føroyskt met sett í sperðlum.
Og tað verður eitt met, sum verður ringt at taka.
Tað var, tá ið hvalbingar flettu eina gamla ær leygarkvøldið, at teir settu sær fyri at royna at fáa sperðilin so langan sum gjørligt í eini roynd at sláa metið.
Og væl eydnaðist, tí tá ið sperðilin varð strektur út og máldur, var úrslitið heilar 6,02 metrar og tað er longsti sperðil nakar veit um at siga.
Tað var ein 11 ára gomul ær hjá Olvheðini Thomsen, sum skuldi hava reyðan kraga leygarkvøldið. Tað var ein ?Prestfjalsærin?, sum pápi hansara hevði fingið frá abbanum, Olufi Thomsen, og sum Olvheðin síðani aftur fekk eftir pápan.
Tað vóru teir báðir Thorstein Thomsen og 10 ára gamli Jón Heini Guðmundsson, sum fóru undir at fletta hana.
Sjálvur hevur Thorstein fleiri ferðir roynt at seta nýtt met í sperðlum, men hvørja ferð var tað miseydnað. Hetta var so fjórða ferðin í ár at hann royndi og nú bar til.
Hann sigur, at teir høvdu eina termokannu við heitum vatni. Thorstein passaði sperðilin og Jón Heini passaði vatnið og syrgdi fyri, at tað altíð var heitt vatn í kokuni, so at tað alla tíðina rann eitt sindur av vatnið niður í sperðilin.
Tað gjørdi, at tað gekk bæði skjótt og væl at venda sperðlinum.
?Eg havi altíð hoyrt, at tað er gott at stinga eitt lungnapetti í sperðilin fyrst, tí tað skal reinsa væl og gera, at tað er lættari at stinga. Annars verður okkurt nýrapetti stungið í inn ímillum, tí tað smyr eisini og ger sperðilin lættari at stinga.
Sjálvur heldur Thorstein ikki at tað tók meiri enn einar fimm minuttir at venda sperðlinum og einar 10-15 minuttir at stinga hann.
Teir høvdu lunkað vatn á honum alla tíðina fyri at hann ikki skuldi stirðnað. Men sjálvur heldur Thorstein, at tað vóru lungnapettini, sum gjørdi munin.
? Hvørja ferð eg merkti, at tað hevði hug at standa fast, stakk eg eitt lungnapetti í og so gekk betri aftur

Vágasperðil
Annars er alt tað vanliga farið í sperðilin, lundini, tindin og kjøtpetti hiðani og haðani av krovinum.
Men teir stungu sperðilin eftir eini nýggjari uppskrift, sum teir hava fingið úr Vágum. Tað, sum varð stungið í sperðilin, varð væl kryddað við salti, pipari, knorri, salti og leyki.
Teir siga, at hetta er ein avbera góður máti, tí hesir sperðlarnir smakka avbera væl at feskir, antin at steikja, men helst at kóka.
Annars var ærin ikki so nógv at reypa av. Talan var um eina lambaær og hon vigaði 36 pund.
Gamla metið í sperðlum áttu suðuroyingar eisini, tað var av eini ær hjá Renhard Thomsen í Sandvík, sum varð flett í fjør, tann sperðilin var 5,87 metrar. Annars stungu Rólant Sørensen og Álvur Enni á Tvøroyri eisini ein sperðil í fyrrárið ið var 4,95- men nú er so tann fyrsti sperðilin komin upp um tað magiska markið upp á seks metrar.