Hesir eru úttiknir til føroyska A-landsliðið

Tjúgu spælarar úttiknir til A-landsliðið í fótbólti, sum skal til Spania á venjingarlegu

Í næsta mánað skal føroyska A-landsliðið til Spania á venjingarlegu og nú er greitt, hvørjir spælarar skulu við.

 

- Talan er um ein rættiliga sterkan hóp, ið Lars Olsen hevur tikið út, og eitt nú eru fleiri útisetar við, hóast summir teirra ikki fáa verið við til alla venjingarleguna, sigur FSF í dag.


Á venjingarleguni, sum verður í døgunum frá 26. februar til 6. mars skulu eftir ætlan tveir venjingardystir spælast.

 

Tann fyrri verður leiktur móti nýggjasta UEFA-limalandinum, Gibraltar, á Gibraltar tann 1. mars og seinni dysturin verður væntandi tann 4. mars, men hvat mótstøðuliðið verður, er ikki endaliga avgreitt enn.


Verjuleikarin Gunnar Haraldsen úr HB er helst mest óvæntaða navnið í landsliðshópinum, sum Lars Olsen hevur tikið út til venjingarleguna í Spania í næstum.

Sjálvur viðgongur Gunnar eisini, at tað kom óvart á hann, sigur hann við FSF.

 

- Tað hevði eg ikki væntað. Eg hevði vónað at fingið møguleikan í fjør, tá ið tað gekk so væl hjá mær og Johan Troest í verjuni hjá HB. Men so var eg úti eina tíð, og tí hevði eg væntað, at eg skuldi brúka minst alt hetta komandi kappingarári fyri yvirhøvur at koma inn í myndina til landsliðið, so hetta vóru óvæntað, men gleðilig boð at fáa, sigur Gunnar Haraldsen, við FSF

 

Hópurin
Teir 20 leikararnir, ið Lars Olsen hevur tikið út, eru ananrs hesir:

 

Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell FC (bert við til seinna dystin)
Tórður Thomsen, B36
Teitur Gestsson, HB

 

Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland
Gunnar Haraldsen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK
Viljormur Davidsen, Vejle BK
Oddmar Færø, Forfar Athletic (bert við til seinna dystin)

 

Miðvallarar:
Hallur Hansson, AaB
Fróði Benjaminsen, HB
Karl Løkin, ÍF
Christian Mouritsen, HB
Heini Vatnsdal, HB
Gilli Sørensen, AaB
Pól Johannus Justinussen, EB/Streymur
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF

 

Framherjar:
Klæmint Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson
Páll Klettskarð, KÍ