Hesir funnu grindina

Onkrir av spælarunum vórðu settir í land í Nólsoy, tí teir so fegnir vildu síggja finaluna í Champions League

Tað mundu teir ikki hugsa í morgun, tá ið teir fóru frá húsum, at teir skuldu hava meiri við sær til hús enn eitt ella fleiri stig.

 

Talan er um næstbesta liðið hjá B68, sum spælir í 2. deild. Í dag var dystur á skránni á útivølli ímóti Royn.

 

Tað varð avrátt, at teir skuldu fara suður í morgun, og at tað í góðveðrinum var ráðiligt at fara suður í sovornum skjóttgangandi báti, sum sæst á myndini.

 

Teir fóru av Neshamri á Nesi og sigldu suður á Hvalba, har teir vunnu 3-2 ímóti Royn. So varð lagt frá landi aftur, og talan var um sama góða veðrið, sum tað var, tá ið teir fóru suður.

 

Tá ið teir vóru tríggjar fjórðingar suður úr Borðini sigldu teir seg fram á eina grind. Teir boðaðu frá og lógu hjá grindini, inntil aðrir bátar løgdust aftrat. Grindin gekk ímóti Kirkjubønesi, og tað varð avrátt at reka hana í Sandagerð, har hon varð hildin til klokkan 20.30.

 

Oddamaður í fótbóltsferðalagnum hjá toftamonnum er Ovi Brim prestur. Hann sigur, at teir á vegnum løgdu at í Nólsoy, har onkrir spælarar fóru í land, tí teir so ógvuliga fegnir vildu síggja finaluna í Champions League millum Manchester City og Chelsea.

 

Nú er drápið liðugt, og umframt trý stig fyri sigurin í Suðuroy hava glaðu fótbóltsspælararnir av Toftum í kvøld funnið grind og vunnið finningarfiskin.

 

Fremst á myndini sæst Ovi Brim prestur og fótbóltsspælari, sum í kvøld hevur verið heimildarmaður okkara, og sum hevur tikið hesa myndina.