Hesir hava tænt fyri seg

Teir hava fingið 700.000 – 900.000 kilometrar á loggin og nú fara teir av landinum

Tey, sum hava koyrt fram við ferjuleguni á Eystaru Bryggju, hava uttan iva varnast, at har hevur ein langur hali av reyðum bussum staðið. Hetta eru teir gomlu býbussarnir í Havn, sum nú eru tiknir úr drift og nú eru teir so seldir av landinum.

 

Heðin Zachariasen, sum rekur Bussleiðina í Havn, og sum sostatt eigur bussarnar, sigur, at teir eru allir seldir av landinum. Tey hava útvegað nýggjar bussar til Bussleiðina og bilasølan, sum hevur selt teimum teir nýggju býbussarnar, hevur keypt hesar aftur fyri.

 

##med2##

 

Tað eru 15 bussar, sum nú fara av landinum, og teir hava tænt fyri seg. Heðin Zachariasen sigur, at teir komu í 2011 og teir hava koyrt nógv, við tað, at teir flestu hava koyrt ímillum 700.000 og 900.000 kilometrar, so teir eru væl brúktir. Onkur av teimum táttar í eina millión kilometrar.

 

Heðin Zachariasen sigur, at bussarnir fara allir av landinum við Norrønu í morgin.