FIFA hevur í dag tilnevnt teir 23, ið eru við í kappingini um tann sokallaða Ballon D’or. Umframt tað, so eru 10 venjarar í heiminum eisini tilnevndir til at vinna prísin um ársins venjari í fótbólti.
Í 2013 vann Cristiano Ronaldo tann sokallaða Ballon D’or, meðan Jupp Heynckes varð valdur til ársins venjara í 2013.
Á listanum í ár er merkisvert, at Luis Suarez, ið var heilt stóra stjørnan á Liverpool liðnum farna kappingarár, ikki er millum teir 23 tilnevndu á listanum.
Teir 23 tilnevndu til Ballon D’or eru:
Gareth Bale, Cristiano Ronaldo, Karim Benzema, Lionel Messi, Thibaut Courtois, Eden Hazard, Diego Costa, Angel di Maria, Yaya Toure, Mario Gotze, Zlatan Ibrahimovic, Andres Iniesta, Toni Kroos, Philipp Lahm, Javier Mascherano, Thomas Muller, Manuel Neuer, Neymar, Paul Pogba, Sergio Ramos, Arjen Robben, James Rodriguez, Bastian Schweinsteiger
Teir tilnevndu til ársins venjara eru:
Jose Mourinho, Louis van Gaal, Carlo Ancelotti, Antonio Conte, Pep Guardiola, Jurgen Klinsmann, Joachim Low, Manuel Pellegrini, Alejandro Sabella, Diego Simeone