Hesir skulu súkkla fyri Føroyar

Súkklulandsliðið til oyggjaleikirnar á Jersey í summar er nú kunngjørt.

Úttøkukappingar hava verið í súkkling um vikuskiftið. Finnast skuldi fram til hvørjir súkklarar skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Jersey í summar.


Kappast varð fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Einkultstartin fríggjadagin vann Guðmundur Joensen sannførandi, og tað sama gjørdi hann í landavegsúkkling dagin eftir.


Í einkultstartinum gjørdist Jóanis Albert Nielsen nummar tvey og Dávur Magnussen nummar trý. Í landavegsúkkling var Bogi Kristiansen næstbestur og Dávur Magnussen aftur triðbestur.


Gjáramorgunin var býarkoyring á skránni, og her eydnaðist tað 20 ára gamla Dáva Magnussen at vinna eftir drúgvan spurt ímóti Gunnari Dahl-Olsen. Bogi Kristiansen gjørdist nummar trý.


Eftir at úttøkukappingin í gjár var av, varð bíðað í spenningi eftir hvørjir eru úttiknir til at umboða Føroyar á Jersey. Teir, sum eru úttiknir, eru:


Torkil Veyhe

Dávur Magnussen

Bogi Kristiansen

Gunnar Dahl-Olsen

Jóanis Albert Nielsen


Guðmundur Joensen varð upprunliga eisini úttikin, men hann hevur valt heldur at umboða triathlon.