Tað verða Jónas Stenberg og Neli Heldarskarð, sum koma at standa á odda fyri næstbest liðnum hjá AB.
AB skrivar:
Í ár hava lokalu argjamenninir, Jónas Stenberg og Neli Heldarskarð, verið venjarar hjá okkara næstbesta mansliði í 2. deild.
Málið var at kappast um uppflyting í 1. deild, men hetta eydnaðist ikki í ár. AB endaði nummar 5 í 2. deild við 31 stigum - 7 stig vóru upp til uppflytingarpláss.
Venjararnir eru tó, saman við leikarunum, sinnaðir at gera eina nýggja roynd í 2023. Jónas Stenberg og Neli Heldarskarð verða nevniliga eisini venjarar hjá 2. deildarliðnum í 2023.
Jónas Stenberg er 35 ára gamal og ein tann størsta AB-legendan, sum er. Við sínum 323 dystum á besta mansliðnum er hann tann, ið hevur spælt flestar dystir fyri besta mansliðið hjá AB.
Jónas hevur B3-venjaraprógv og fer eftir ætlan at taka B-venjaraprógv í 2023.
Neli Heldarskarð er 26 ára gamal og hevur eisini eina fortíð sum leikari í felagnum. Seinastu árini hevur hann verið í ymsum venjaraleiklutum, og í 2022 tók hann B-venjaraprógv.
Umframt 2. deildarliðið fer Neli eisini at halda fram sum venjari hjá U21-liðnum. U21-liðið hjá AB endaði á bronsuplássi í ár og var bert eina tapta brotssparkskapping frá at koma í steypafinaluna.
Í summar, tá Betrideildarliðið hjá AB manglaði fólk í venjaratoyminum, veittu Jónas og Neli eina hjálpandi hond og vóru við í venjaratoyminum hjá Henriki Larsen restina av kappingarárinum, tá ið tað eydnaðist AB so væl og virðiliga at varðveita sætið í bestu mansdeildini.
Komandi kappingarár hevur AB eitt greitt mál um at flyta næstbesta liðið upp í 1. deild. Hetta fer tó at krevja nógv, tí støðið í deildini er hækkað síðstu árini og ivaleyst eru eisini onnur lið enn vit, ið ætla sær at flyta upp.