Politikarar skulu ikki blanda seg uppí, at bankarnir nú eru farnir at taka pengar fyri at hava pengar innistandandi. Tað er tað, tey kalla negativ renta. Tað halda tey í samgonguni, og Framsókn.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera tað ólógligt hjá bankunum at taka negativa rentu av tí, fólk eiga á pensjónskontum og á lønarkontum. Men tað taka tey í samgonguni, og Framsókn, ikki undir við.
– Vit eiga at hava álit á, at peningastovnarnir reka sítt virksemi ábyrgdarfult, siga tey.
Tey vísa á, at tveir føroyskir peningastovnar hava boðað frá, at teir fóru at leggja negativa rentu á uppsparing hjá fólki.
BankNordik hevur lagt negativa rentu á persónligar uppsparingar og á pensjónsuppsparingar og Betri Banki hevur álagt negativa rentu á persónligar uppsparingar.
– Tað er ikki óvanligt at gera reglur og lógir fyri peningastovnar, men tað er ivasamt, um vit kunnu loyva okkum at stýra bankununum niður í smálutir, halda tey í samgonguni og tey í Framsókn.
Tey halda, at leggja bankarnir ikki negativa rentu á hesar kontur, mugu teir sjálvsagt útvega sær inntøkur aðrastaðni – og tað kann so aftur fáa avleiðingar fyri viðskiftafólk, sum politikarar ikki vilja, skulu verða raktir, siga tey.
Tey halda, at peningastovnarnir sleppa ikki undan at taka støðu til tey altjóða fíggjarviðurskiftini, og teir royna sum best at reka bankan sum frægast undir teimum umstøðum, teir hava.
Fer politiski myndugleikin at reka bankar, kann tað avleiðingar, vit ikki vilja hava, siga tey í samgonguni, og tey í Framsókn.
Men tey halda kortini, at tað er ein trupulleiki, at fólk eru tvingað at hava lønarkontur og pensjónskontu í bankunum og tey halda, at tað er ein spurningur, um tað kravið ikki eigur at verða endurskoðað.
Tey í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi vísa á, at tey Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur fingið upplýst, at tað er væntandi, at bankarnir fara at leggja negativa rentu á alsamt fleiri kontur.
Somuleiðis hevur Vinnunevndin fingið upplýst, at negativ renta verður galdandi í fleiri ár, helst nógv ár fram í tíðina, siga tey.