HM-undankappingin: Hesum níggju londunum kunnu Føroyar møta

Portugal og Slovenia eru millum tey níggju liðini Føroyar kunnu trekkja í HM-undankappingardystunum í mars

 

Millum 13. og 20. mars skal føroyska manslandsliðið í hondbólti undir sína størstu uppgávu nakrantíð. Tveir HM-undankappingar Play Off dystir móti krútsterkari mótstøðu.

 

Nú innleiðandi umfarið er avgreitt í EM-endaspælinum í hondbólti er greitt hvørji níggju lond Føroyar kunnu trekkja í lutakastinum til Play Off dystir. Talan verður um krútsterka mótstøðu óannsæð, og serliga eru tað Portugal og Slovenia fanga eygað.

 

Tey níggju londini Føroyar hava møguleika at møta eru:

 

Eysturrríki, Hvítarussland, Bosnia, Litava, Norðurmakedonia, Portugal, Slovakia, Slovenia og Ukraina. 

 

Føroyar góvu Slovakia skarpan gang í HM-undanundankapping í Luksemborg fyri tveimum árum síðani. Vit hava ment okkum væl síðani 2020, so Slovakia hevði kanska verið tað frægasta lutakastið. Føroyar taptu tá við einum máli 26-27 (13-14). Ukraina hava vit nærum koppað tvær ferðir á heimavølli, men vit hava staðið okkum rættiliga illa móti teimum á útivølli. 

 

Semja er millum hondbóltsfólk, at týdningarmikið er at sleppa undan Portugal og Slovenia. 

 

Hugsandi er, at seedaða liðið fær heimavøll í seinna dystinum, og tí verður fyrri Play Off dysturin í høllini á Hálsi í Havn. 

 

Um Føroyar megna at vinna seg víðari er eitt Play Off umfar eftir móti einum liði úr fremstu røð í Evropa. Tá verður eisini talan um ein heimadyst og ein útidyst. Vinnarin av tí dystinum tekur lut í HM-endaspælinum í Pólandi og Svøríki komandi ár.