Hetlendingar fara at hava eina nýggja ferjulegu klára, tá nýggja Norrøna fer í sigling í 2003.
Havnamyndugleikarnir í Lerwick eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggju ferjuleguna í hetlendska høvuðsstaðnum, sum fer at kosta um 25 milliónir krónur.
? Vit vænta okkum nógv av nýggju Norrønu, og tí fara vit at byggja nýggja ferjulegu, so vit kunnu fáa sum mest burtur úr sambandinum, sigur Leslie Angus, sum er havnanevndarlimur í Lerwick.
Hann er eisini formaður í hetlendska menningargrunninum, sum fríggjadagin váttaði, at hann fer at seta 50 milliónir krónur í Smyril Line.
Eisini nýtt í Íslandi
Kommunan á SeyðisfirðI í Íslandi skal eisini byggja nýggja ferjulegu til nýggja skipið hjá Smyril Line.
Ferjulegan á Seyðisfirði fer at kosta millum 50 og 60 milliónir krónur.
Nýggja Norrøna er munandi størri enn núverandi Norrøna, og tað fer eisini at hava við sær, at broytingar mugu gerast við havnalagið í Havn, har føroyska havnin hjá Norrønu er.
Gongst alt sum ætla, fer nýggja skipið hjá Smyril Line í sigling í 2003.