Hetlendingar til Føroyar at kunna seg um undirsjóvartunlar

Í næsta mánaði kemur ein stór sendinevnd úr Hetlandi til Føroya at kunna seg um, hvussu føroyingar hava bundið landið saman við undirsjóvartunlum Miðvísa arbeiðið í Føroyum hesi seinastu árini at binda landið saman við undirsjóvartunlum, hevur vakt ans í Hetlandi.

Ansurin er so stórur, at í næsta mánaði kemur ein níggju manna stór sendinevnd úr Hetlandi til Føroyar at kunna seg um undirsjóvartunlar.

Eisini Hetlendingar royna at samanbinda landið, men higartil hava teir mest hugsað um brýr og seinastu árini hevur landið næstan verið í tvíningum um eina brúgv, sum tosað hevur verið um at gera tvørturum havnina í Lerwick til Brassay, sum er oyggin beint uttanfyri Lerwick.

Men teir hugsa eisini um fast samband ímillum aðrar oyggjar og hetlendska meginøkið

Fyri at fáa nakað nýtt upp í kjakið, koma hetlendingar til Føroya á kunningarferð og teir vilja vita um undirsjóvartunlarnir, sum eru gjørdir í Førouyum, er nakað, tey kunnu brúka í Hetlandi.

sigur Allan Wishart við Shetland News. Allan Wishart er stjóri í ZetTrans, sum er ein hetlendskt flutningssamtak.

Hetlendingar hava sum fyrimynd teir føroysku tunlarnir, sum gera fjarskotnum bygdum tættari samband við meginøkið og á Føroyaferðini vilja teir hava at vita, hví føroyingar hava valt tunlarnar framum brýrnar.

- Tunlarnir hava verið stórt framstig og hevur givið nógv lættari atgongd til almennar tænastur, eitt nú útbúgving, frítíðarítriv og heilsuverk.

- Gott ferðasamband hevur avgerðandi týdning, sigur Allan Wishart við Shetland News.

Í Føroyum er endamálið at síggja so nógvar nógvar tunlar sum tilber og at tosa við avvarðandi politikarar og verkfrøðingar.