Hetta ber tað ikki til at greiða frá

Tað er neyðugt at uppliva kensluna, sum tað var at taka ímóti løgmanssteypinum, sigur NSÍ liðformaðurin

Tað eru fimtan ár síðani, at NSÍ seinast vann løgmanssteypið. Eingin av teimum, sum í kvøld vóru við til at vinna 1-0 í finaluni ímóti B36, var við, tá ið NSÍ í 2002 vann 2-1 ímóti HB.

 

Fyri tíggju árum síðani vann NSÍ fyrsta FM heitið. Tveir spælarar, sum vóru á vøllinum í kvøld, vóru við at vinna FM fyri tíggju árum síðani. Teir eru málskjúttin í kvøld Einar Tróndargjógv og Klæmint A. Olsen, liðformaðurin, sum tók ímóti steypinum.

-Eg havi bíðað í tíggju ár, og kenslan vegna liðið at taka ímóti steypinum var soleiðis, at eg ikki kann greiða frá tí. Hetta má man uppliva, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.

 

Kalr Løkin var vístur av vøllinum, tá ið tíðin var um at fara farin. Tað kundi ikki taka gleðina frá miðvallaranum:

-Eg eri 26 ára gamal, og inntil í kvøld havi eg ongantíð vunnið nakað steyp. So tú kanst ætla, at eg eri sera fegin, sigur Karl Løkin.

 

Tann NSÍ spælarin, sum hevur vunnið mest gull og flest steyp var ikki við í kvøld. Tað er Bárður J. Hansen, sum í fjør var við til at vinna FM við Víkingi, og sum hevur verið við til at vinna fleiri steypafinalur við Víkingi.