– Tað er nú, vit skulu leggja grundina undir tað, sum kann skapast nógv ár frameftir.
Tað staðfesti Høgni, formaður í Tjóðveldi, á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Hósvík í morgun.
Og tað, hann sipaði til, er at hetta er akkurát rætta løtan, at vit fáa eina nýggja fiskivinnuskipan, tí enn eru fiskirættindini ikki einskilt og samstundis hava vit søguligar høgar kvotur av uppisjóvarfiski og søguliga lágan botnfiskiskap undir Føroyum.
Og nú skulu vit hava eina skipan, har tann serligi eykavinningurin av at fáa atgongd til fiskin, ella tilfeingisrentan, ikki verður ein privat søluvøra, tí hesin vinningurin skal fella til landið.
Men Høgni Hoydal undraðist á, at tey somu, ið dúgliga seta niður á frøðingar fyri at leggja fiskivinnuna til rættis á rokniarkum á telduni, krevja nú, at framtíðin verður roknað út á teldu, annar nokta tey fyri at gera broytingar.
Hann sigur, at nýskipanin snýr seg um stovnsrøkt og burðardygga veiði, virðisøking og at skapa virksemi og menna førleikar í Føroyum.
Tí skulu lívfrøðilig tilmæli fylgjast og ein langtíðarætlan skal leggjast fyri teir ymsu stovnarnar. Í hesum sambandi skulu vit burtur frá fiskidagaskipanina, yvir til eina kvotuskipan, men kortini varðveitir útróðrarflotin fiskidagarnar.
– Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og skattskyldug í Føroyum. Samstundis fáa øll eina fýra ára skiftistíð at lúka tey krøvini, og harafturat skulu treytirnar til skatting og vinningsbýti, herðast.
Minst 75 prosent av øllum fiski skal avreiðast í Føroyum og alt skal til lands, eisini høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir. Eisini her fáa reiðarar eina fýra ára skiftistíð.
Somuleiðis skal skulu minst 60 prosent av veiðini bjóðast út til føroysk virki, og øll manning skal fylgja sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum, umframt at hon skal gjalda skatt og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Høgni Hoydal sigur, at somuleiðis skal ein útflutnings- og innflutningskredittur skipast til at keypa og selja frystan fisk, og munandi peningur verður sett av til at menna virðisøking og nýskapan kring landið.
Tilfeingisgjald skal gjaldast fyri at fiska og tað skal gerast antin við at bjóða fiskirættindi út, ella við einum gjaldi av bruttovinninginum.
Feløg og fólk skulu hava atgongd, men øll skip skulu vera í føroyskari skipaskráseting. Verandi vinna skal fiskirættindi í mun til søguligt tal, og nýggj rættindi verða boðin út. Av tí kann ein minni partur bjóðast út sum kvotur til ymisk øki í landinum.
Og so skal hámark setast fyri, hvussu nógv, eitt virki kann fáa av fiskirættindunum. Men hesar reglur verða ikki galdandi við aftureftirvirkandi kraft, bara frameftir. Og tað verður so, at ongin hava meiri enn 12 prosent at rættindunum sum heild og fyri einstøk fiskasløg, kann ongin hava meiri enn ímillum 15 og 35 prosent, segði Høgni Hoydal.