Í kvøld er tað gott lag á Dan Brimsvík og hansara monnum á Dungasandi í Sørvági. Orsøkin er tann, at tað sær út til, at projektið hjá teimum av álvara er farið at rigga. Í síðstu viku endaði tað við 3-0 heimasigri ímóti NSÍ, og í kvøld endaði tað við 2-0 heimasigri ímóti B68.
Sigurin í kvøld ber við sær, at 07 Vestur er á sætta plássi við 27 stigum. Tað eru 12 stig aftur til Skála, og tað eru tvey stig fram til B36, sum týskvøldið fær vitjan av Víkingi.
Toftamenn, sum fyri stuttum vunnu 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, løgdu væl fyri, men tað var heilt avgerandi, tá ið álopsspælarin Jóhan Josephsen eftir hálvan tíma sá beinleiðis reytt.
Ímóti NSÍ skoraði Emil G. Pedersen hattrikk, og tað var hann, sum átta minuttir undan steðginum legði 07 Vestur á odda. Tað var við stútara eftir horna úr høgru frá væl upplagda vongverjanum Kevin Egell-Johnsen. Hetta var níggjnda málið hjá Emil G. Pedersen í ár.
Hóast toftamenn vóru undirmannaðir, so vóru teir langa løtu av seinna hálvleiki væl við, og teir spældu seg til støður, men aftur í dag var veikleikin, at tað ikki eydnaðist at fáa bóltin í mótstøðumálið.
Og so var tað 17 minuttir undan leikloki, at 07 Vestur legði seg á odda 2-0. Málskjútti var Jónas Prior, sum av álvara hevur vunnið pláss í miðverjuni, har hann er undir liðini á Sonna Ragnar Nattestad. Talan var um langt innkast úr høgru, sum Sonni Ragnar Nattestad snittaði víðari. Emil G. Pedersen hálvbjargaði, og so var tað 18 ára gamli Jónas Prior, sum í sínum 11. dysti í bestu deildini fyri fyrstu ferð var málskjútti.
Úrslitið ber við sær, at B68 framvegis er illa spert í botnstríðnum. Toftamenn eru á áttanda plássi við 14 stigum. EB/Streymur, sum í morgin fer til Klaksvíkar, er á níggjunda plássi við 13 stigum, og Skála er á sjeynda plássi við 15 stigum.
Leygardagin fer B68 at spæla í Gundadali ímóti B36, og tá fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
07 Vestur – B68 2-0 (1-0)
1-0: Emil G. Pedersen 37.
2-0: Jónas Prior 73.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin Egell-Johnsen, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Jóannis á Steig – Janus Svabo Samuelsen, Mikkel Elbæk Jakobsen, Julian Mouritsen – Jón í Horni Nielsen, Emil G. Pedersen, Teitur Olsen
Gult kort: Jónas Prior, Teitur Olsen, Sonni Ragnar Nattestad
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Hjalti Strømsten, Hanus Højgaard – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Bárður Ó. Jensen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Jóhan Josephsen
Gult kort: Brian Jakobsen, Sebastian Lau Nielsen,
Reytt kort: Jóhan Josephsen 30. (beinleiðis reytt)