? Hetta er ein provokatión ímóti sjúklingum, politikarum og føroyska skattgjaldaranum.
Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum, øtast um ætlanina at senda eina vælmannaða sendinevnd til USA at kanna, hvussu sjúkrahús verða innrættað.
Tað hava nógv fólk, eisini í sjálvum heilsuverkinum, ringt á blaðið og gjørt vart við sína misnøgd við, at ein heilur riðil av fólki, sum tikið verður til, nú skal til USA at kanna eftir, hvussu Landssjúkrahúsið skal innrættast.
Tað er ringt at fáa at vita, akkurát, hvussu nógv fólk skulu manna føroysku sendinevndina til USA, men tølini, vit fáa upplýst, liggja ímillum 8 og 12 fólk, sum skulu manna føroysku sendinevndina á ferðini til USA
Tað var meðan Kristian Magnussen var heilsumálaráðharri, at tað varð samtykt at byggja Landssjúkrahúsið út.
Og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin at at ein føroysk sendinevnd nú skal heilt til USA at kanna sjúkrahúsbygging í samband við útbyggingina á Landssjúrkahúsinum.
? Nei, tað var avgjørt ikki ikki ætlanin svarar hann stutt.
? Tað eru bæði tekningar og ætlanir gjørdar fyri, hvussu innrættingin skal vera.
?Sjálvandi kann tað verða klókt at endurskoða og broyta ætlanina.
? Men eg dugi heldur ikki at at skilja, hví tað skal vera neyðugt at senda so nógv fólk til USA at kanna eftir, hvussu sjúkrahús verða innrættað.
? Hetta er eftir mínum tykki einki annað enn tað bera ?projektmakarí?, sigur hann.
Sambært orðabókini eitur tað heilaspuni á føroyskum.
Hann sigur, at hetta verður bara brúkt sum ein umbering fyri at sleppa eina ferð til USA.
? Fyri at sleppa eina ferð til eitt fremmant land uppá landins besta, noyðast heilarnir aftanfyri ferðina at uppfinna eitt endamál við henni, so at rokningin kann turkast upp í skattgjaldaran.
Kristian Magnussen heldur nevniliga ikki, at tað er nøkur sum helst skilagóð orsøk til at senda ímillum 8 og 12 fólk til USA at kanna sjúkrahúsbygging.
? Hetta er ikki tí at eg ikki haldi, at vit eiga at gera okkum ómak fyri at fáa sum mest fyri íløguna.
? Men var tað avgjørt neyðugt at kanna sjúkrahús í USA, hevði tað verið nóg mikið at sent eini tvey fólk avstað.
Hann spyr, hví so nógv fólk skulu avstað. Er tað tí at avgerðirnar longu skulu takast á USA ferðini? spyr hann.
? Tað verða tær neyvan. ? Tí hevði verið nógv mikið at sent tvey fólk avstað.
Hann vísur eisini á, at serliga nú heilsuverkið hevur ein íslendskan ráðgevara, sum skal eitast at vera so kønur í sjúkrahúsbygging mátti tað verið óneyðugt at at sent fleiri fólk til USA
? Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat ger íslendska ráðgevaran so væl skikkaðan at leggja okkum lag á, tí mær vitandi eru ikki nógv sjúkrahús bygt í Íslandi
Helena Dam á Neystabø sigur, at teir hava verið uppi í nógvum sjúkrahúsbyggingum í USA?
? Ja, men, so átti tað nettupp at verið óneyðugt at sent stóra sendinevnd til USA, tí ráðgevarin skuldi havt nóg holla vitan um sjúkrahúsbygging har yviri, til at hann kundi lagt okkum lag á, uttan at vit sjálvi noyddust eina dýra ferð.
Hví ikki aðrastaðni?
Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur spyr eisini, hví vit skulu heilt til USA at kanna sjúkrahúsbygging.
?Hvat er nú galið við teirri norðurlendsku siðvenjuni á økinum.
? Men tað tykist, sum um undir hesi samgonguni er alt, sum er danskt, prinsipielt óbrúkiligt-uttan tá ið danir skulu hjálpa okkum burturúr trupulleikum. Tað heldur Kristan Magnusen nú ikki.
? Men annars kundi leiðin gingið til Noregs ella til Svøríkis, har sjúkrahúsini eisini eru rættiliga frammaliga.
Ein provokatión
Kristian Magnussen sigur, at sjálvur kennir hann hesa ferðina sum eina provokatión, bæði sum politikari og sum skattgjaldari.
Og tað undrar hann ikki, um ikki eisini sjúklingar kenna seg provokeraðar.
? Landssjúkrahúsið er so illa farið, at tað stendur at rapa. Tað skulu brúkast hundraðtals milliónir tey fyrstu komandi árini til umvælingar, bara so at tað ikki dettur niður. Eisini er virksemið skorið inn á bein.
? Samstundis sum loysunarorðið er, at tað almenna skal spara og at alt óneyðugt skal skerast burtur, tykist tað løgið, at landsins myndugleikar loyva at sær at senda eina 8-12 manna stóra sendinevnd á eina dýra ferð til USA, eina ferð, sum er óneyðug, ella sum í ringasta føri kundi verið gjørd av tveimum fólkum.
? Tí hóast talan ikki eru um tær heilt øgiligu upphæddirnar, eru tað eisini prinsippini sum telja, sigur Kristian Magnussen.
Hann heldur annars, at landsstýrismaðurin mátti havt annað at gjørt, tí tað liggja nógv, stór óloyst mál.
Hann fýlist annars á, attað er so trupult at fáa nakað at vita um, hvat fer fram á Landssjúkrahúsinum.