Nógv framstig eru hend í Sandoynni í seinastuni. Aling er við at koma í gongd á Sandsvág, fiskavirkið í Skopun er latið uppaftur, og nú verður Virknis-og Umlættingardepil bygdur á Sandi - bara fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni.
Herfyri setti landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, eisini spakan í til bygging av Virknis-og Umlættingardepli á Sandi.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, vísir á, at styrkin hjá einum landi eigur at verða mett eftir, hvussu væl landið tekur sær av teimum veikastu.
- Umstøðurnar hjá einum parti av fólkinum í oynni - teimum við serligum avbjóðingum og familjum teirra - hava verið soleiðis, at hesi fólk hava verið noydd at flyta fyri at fáa nøktandi tilboð til barnið.
Hann vísir á, at nøkur eru flutt til annað stað í Føroyum, har umstøðurnar vóru betri enn í Sandoynni - og onnur eru flutt av landinum.
- Í flestu førum vóru hetta familjur við fleiri børnum, har øll vóru samanrunnin partur av lokalsamfelagnum - har børnini høvdu sínar vinir, og tey vaksnu høvdu sítt arbeiði, familju og vinfólk.
Hann sigur, at hetta tí hevur havt ófatiliga stórar broytingar og avleiðingar við sær og vísir á, at henda trupulleika kenna bygdaráðini í oynni.
Brandur Sandoy fegnast tí almikið um, at tær familjur í Sandoynni, sum hava tørv, nú kunnu síggja fram til eina trygga framtíð, har teirra børn og ungu hava møguleikan at fáa eitt nøktandi tilboð og soleiðis ikki hava fyri neyðini at flyta.
- Vit fegnast sjálvandi eisini um, at í kjalarvørrinum av hesum depli eru nakrar fastar inntøkur frá útbúnum fólki, sum koma at hava positiva ávirkan á inntøkurnar hjá eitt nú kommununum í oynni.
Brandur Sandoy vísir á tær atfinningar, sum tíðum ljóðaðu um, hví hesin depil skuldi leggjast í Sandoynni, her lokali tørvurin hóast alt er so avmarkaður.
- Men, tey flestu gloyma, at um seks ár liggur hesin depil á Sandi bara 15 minuttir úr Havnini. Tey gloyma eisini, at depilin kemur at liggja í kringumstøðum, sum eru tær allarbestu í Føroyum, tá ræður um atkomiligheit.
Borgarstjórin leggur dent á, at Sandoyggin - øll sum hon er - er ein dreymur til atkomuviðurskifti, tí oyggin er so sløtt.
- Fólk gloyma eisini, at Sandoyggin hevur nógv annað at bjóða, sum familjurnar hjá hesum børnum og ungu kunnu njóta gott av, eitt nú í frítíðar- og rekreatiónshøpi.
Brandur Sandoy fegnast um, at gjørligt hevur verið at skapt politiskt forstáilsi fyri, at tað eisini kunnu vera fyrimunir við at leggja almennar stovnar í einum øki sum Sandoynni.
- Eftir mínum tykki eiga vit bestu umstøðurnar at taka okkum av hesum borgarum. Allir bygningar hjá Sands kommunu eru atkomiligir fyri rørslutarnaði uttan undirhúsið, men tað stendur so næst á listanum. Haraftrat eru allir aðrir tænastustovnar atkomiligir fyri rørslutarnaði.
Borgarstjórin sigur, at spurningurin er heldur, um hesin depil, sum nú verður bygdur á Sandi, ikki bara er byrjanin til nakað meiri - til gagns fyri tey, sum hava serligar avbjóðingar í gerandisdegnum.
Sands kommuna hevur játtað at luttaka í verkætlanini við Virknis-og Umlættingardeplinum við at gera umstøðurnar fyri byggingini so lagaligar sum gjørligt. Haraftrat hevur kommunan játtað 200.000 krónur til verkætlanina.
- Við hesum vilja vit vísa okkara takksemi fyri, at landið nú eisini hyggur í Sandoynna, og at okkara borgarar verða millum teirra, sum fáa ágóðan av hesum tiltaki, sigur Brandur Sandoy.
Lesið Vikublaðið, sum hesaferð hevur vitjað í Sandoynni.