Hetta er ein sera álvarsom støða

Nú skal landsstýrismaðurin greiða frá støðuni

Listin av børnum og ungum, sum bíða eftir at sleppa fram at hjá sálarfrøðingi, er rættiliga langur, og nú verður málið reist í Løgtinginum. Tað er Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum reisir spurningin og í hesum samandi biðjur hon nú Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, greiða frá støðuni.

 

Kaj Leo Holm Johannesen skal greiða frá, hvussu langur bíðilistin er hjá børnum og ungum at sleppa til sálarfrøðing og hann skal eisini greiða frá um hann heldur, at starvsfólkaorkan á økinum er nøktandi.

 

Sirið Stenberg vísir á, at fyrr í ár hevur landsstýrismaðurin upplýst, at bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina var einar 14 til 15 mánaðir. Hann upplýsti eisini, at tað stóðu 166 børn á bíðlista. Men hann upplýsti eisini, at tilboðið til børn, sum longu vóru í viðgerð, varð skert fyri at kunna taka nýggj børn inn.

 

– Hetta er ein sera álvarsom støða. Barnalívið er stutt og vit vita, at skjót hjálp er góð hjálp, sigur Sirið Stenberg. Hon sigur, at longri børn bíða, størri er vandin fyri, at trupulleikarnir verða til eina varandi líðing.  

 

– Tí er tað eisini fyribyrgjandi at fáa skjóta og nøktandi hjálp. Barnalívið má ikki brúkast til at standa á bíðlista. Tað skapar líðing heldur enn menning og trivnað, og hvør dagur telur, sigur Sirið Stenberg.