– Hetta er ein stórur dagur fyri okkum.
Tað hildu býráðslimir í Havn á býráðsfundinum mikukvøldið, nú tað loksins er klárt at fara undir at gera nýggjan golfvøll á Glyvursnesi.
Men hetta hevur verið ein tungur burður, tí málið um at gera golfvøll á Glyvursnesi hevur staðið á skrá í 28 ár, tí tað var longu í 1991, at tað varð reist.
Men nú er so loksins komið hartil, at avtalað er gjørd um at Tórshavnar Kommuna fær 522.000 fermetrar av jørð á Glyvursnesi til golfvøll og fyri tað skal festarin hava 9,8 milliónir í endurgjaldi fyri jørð og bygningar, og annað.
Býráðslimir í Havn vísa á, at Løgtingið hevur áður játtað at rinda fýra milliónir av endurgjaldinum til festaran peningurin varð eisini settur av á fíggjarlógini í 2013. Tað er so langt síðani, at játtanin er burturdottin aftur, men býráðið í Havn væntar, at Løgtingið framvegis er sinnað at játta peningin.
Nú avtalað er gjørd um lendið, er eisini klárt at fara undir at gera vøllin, men býráðið í Havn ger greitt, at hann verður gjørdur í smáum, tí talan er um eina stóra íløgu.
Endamálið er at gera ein golfvøll í fullari stødd við 18 holum, men í fyrstu atløgu verður ein vøllur gjørdur við níggju holum, og bara tað arbeiðið kostar 27 milliónir.
Í samrøðu við útvarpsstøðina FM1 í gjár væntaði Annika Olsen, borgarstjóri, at vøllurin við níggju holum verður klárur um eini fimm ella seks ár.
Men ætlanin er ikki bara at hava golf á Glyvursnesi, tvørtur ímóti er endamálið at gera Glyvursnes til ein nýggjan frítíðardepil, bæði fyri havnarfólk, og fyri allar føroyingar annars.
Sostatt er ætlanin eisini at gera gøtur, sum tað ber til at renna eftir, og lítla bryggjan niðri við grótbrotið verður varðveitt, so at fer at bera til at fara út á Glyvurnes við báti.
Grótbrotið er nevniliga við í avtaluni og tey hava eisini gjørt sær nakrar hugsanir um, hvat tað skal brúkast til.
Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran í Havn greiða frá stórfingnu ætlanini um at gera golfvøll á Glyvursnesi og um ætlanina við økinum sum heild.