Hetta er eitt bragd

At tað eingir næmingar roykja í framhaldsdeildini í Vestmanna Skúla, og at skúlarnir í Klaksvík hava helvtað talið av roykjarum er einki minni enn eitt bragd. Tað sigur Hans Pauli Strøm, ið fegnast gongdina

Fyri viku síðan varpaði Sosialurin ljós á framhaldsdeildina í Vestmanna Skúla, har tað millum 67 næmingar ikki taldist ein einasti roykjari.

Síðani tá er komið fram, at gongdin er tann sama í Klaksvík. Har hava tey í skúlunum á Ziskatrøð og við Ósánna helvtað talið av roykjarum seinastu fýra árini, úr ávikavist 33,3 og 24,9 prosentum sum roykja dagliga, og niður í 7 og 13 prosent.

Hetta fegnast landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, um. Hann kallar tað eitt satt bragd, at so fá av teimum ungu byrja at roykja.

- Talið av roykjarum millum tey ungu í framhaldsdeildunum kring landið er góð 21 prosent, vísti kanningin í 2007. Og tá talið av roykjarum er so stórt, er tað eitt bragd, at eingin og so fáir næmingar í framhaldsdeildunum roykja, staðfestir Hans Pauli Strøm.


Fylgja gongdini væl

Hans Pauli Strøm hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum síðani 2004. Í 2006 gjørdu teir eina samlaða fólkaheilsuætlan, har eitt av høvuðsmálunum var royking. Tá settu teir sær nøkur mál fyri, hvat teir vildu náa viðvíkjandi royking í øllum landinum.

Teir settu sær fyri, at í 2009 skuldi talið av roykjarum í landinum vera komið niður á 20 prosent. Í 2003, tá seinasta kanningin varð gjørd, var talið av roykjarum í landinum 37 prosent. Í 2008 var talið 25 prosent, og fyri hvørt ár fækkast roykjararnir.

- Harafturat hava vit sett okkum fyri í eini 10-ára-ætlan, at í 2015 skuldi talið av roykjarum vera komið niður á 15 prosent. Tað er ein øgiliga høg ambitión, men tað er tað, vit miða eftir, og gongdin má sigast vera tann rætta, sigur Hans Pauli Strøm.



Høvuðsuppgávan er framhaldsdeildirnar

Hans Pauli Strøm er væl vitandi um, at tað eru fólk, ið hava ilt við at leggja av at roykja. Hann staðfestir eisini, at tað er ikki har, høvuðsinnsatsurin skal gerast.

- Tey, sum byrja at roykja, eru vanliga um 13 til 14 árs aldur. Og tey, sum byrja seinni enn tað, vísa seg at hava lættari við at leggja av at roykja. Høvuðsuppgávan hjá okkum er at steðga tí í framhaldsdeildini. Tað er har, »the battleground is«, staðfestir Hans Pauli Strøm.

Hann er eisini sannførdur um, at tað verða nøkur ár enn, áðrenn Føroyar verða roykfríar. Hann leggur eisini dent á, at tað ikki er so umráðandi, hvat tølini siga.

Hann sigur, at tað, sum er mest umráðandi, er at fáa vent gongdini. Tað er ikki so umráðandi fyri hann, hvat tølini siga, men heldur at tað skal blíva natúrligt at ikki roykja, soleiðis at tað ikki følist sum ein jagstran.

Hans Pauli Strøm viðgongur, at hann hevði verið stoltur, um Føroyar gjørdust roykfríar, meðan hann er landsstýrismaður í heilsumálum. Hann væntar tó, at tað verða nøkur ár enn, áðrenn tað verður veruleiki, men fegnast um at tað gongur tann rætta vegin. Æruna fyri hetta gevur hann býráðum, skúlum, foreldrum og næmingum, fyri eitt gott og miðvíst arbeiði.