Í dag gjørdist greitt, at Listafólkasamband Føroya og Tjóðsavn Føroya fara at húsast í Hoydølum í framtíðini.
Mentamálaráðið sendi í fjør eina hugskotskapping út um, hvat Hoydalar skuldi brúkast til, tá Glasir fer at flyta í nýggja bygningin í Marknagilsdeplinum. Mentamálaráðið hevur gjørt av at lata Hoydalar hýsa bæði Listafólkasambandi Føroya og Tjóðsavni Føroya við vón um góða synergi millum hesi.
Marita S. Dalsgaard, forfólk í LISA, fegnast um avgerðina hjá Mentamálaráðnum.
- Eg haldi, at hetta er eitt søguligt val, sum er tikið. Tað er øgiliga væl sæð og visionert av Mentamálaráðnum at síggja kombinatiónina Tjóðsavnið og LISA. Søvnini umboða tað, vit vóru, og okkara fortíð, meðan listin er nútíðin og peikar út í framtíðina, sigur Marita.
Hon sigur, at tað er ein spennandi samanseting at samantvinna LISA og Tjóðsavnið og vónar, at tað verður ein góð synergi millum fakbólkarnar.
Marita gleðist um, at føroysk listafólk nú endiliga fáa betri pláss at arbeiða í. Við hølunum í Hoydølum verður lættari at framleiða verk, sum fyrr hava verið problematisk at framleitt undir øðrum umstøðum.
- Tað hevur nógv at siga, um tú hevur eitt stað, har tú regluliga kanst koma og ikki noyðist at laga teg eftir øðrum parametrum.
Hon væntar, at Hoydalar í framtíðini verður eitt stað, sum øll kunnu fáa gleði av.
- Eg vænti, at hetta er nakað, sum fer at fáa fólk niðan í Hoydalar. Tað verður eitt livandi stað, og uppá tann mátan kann mann eisini siga, at hetta er eitt demokratiskt val, tí allir borgarar fáa gleði av tí. Bæði í savnspartinum og í listapartinum, sigur ein væl nøgd Marita S. Dalsgaard.
Listafólkasamband Føroya og Tjóðsavnið skulu semjast um, hvussu tey saman fara at innrætta seg í bygningunum í Hoydølum.