– Hetta er fantastiskt og ordiliga kul.
Tað sigur føroyska sangkvinnan Eivør, eftir at hon í gjárkvøldið á Store Vega fekk virðisløn frá felagnum Danske Jazz, Beat og Folkemusik Autorer. Talan er um størsta felagið av sínum slag í Danmark.
Á stórari samkomu í Keypmannahavn í gjár fingu Eivør og tveir aðrir tónleikarar virðislønir. Tað serstaka við hesum virðislønunum er, at tað eru professionellir sangarar, sangskrivarar og onnur, ið fáast við tónleik í hesum slagnum av tónleiki, sum velja, hvør skal hava virðislønirnar.
– Eg bleiv ordiliga rørd í gjár, tá eg fekk handað virðislønina, tí fyri meg er tað ordiliga kul at fáa henda heiðurin frá fólkum, sum sjálvi eru innan tónleikavinnuna, sigur Eivør.
Hon var tó ikki serliga bilsin, tá hon framman fyri fleiri hundrað fólkum skuldi upp á pallin eftir virðislønini.
– Tað er soleiðis, at tað er langt síðani, at eg fekk boðini um, at eg fór at fáa hesa virðislønina, so eg havi vitað tað í langa tíð. Men tað hevur verið torført ikki at kunna fortalt øðrum um hesa virðislønina og sjálv gingið við loyndarmálinum, sigur Eivør, sum er ógvuliga glað fyri virðislønina.
– Hetta er ein stór æra og eg eri framvegis rørd av, at eg vann, sigur Eivør í samrøðuni, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.