Hetta er ikki rímiligt

- Ætlar landsstýriskvinnan at broyta kunngerðina um eftirløn fyri fólk, sum arbeiða í útlandinum, so norska Folketrygd og aðrar eftirlønarskipanir eisini verða góðkendar av TAKS?


Tann spurningin setir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, í einum § 52a fyrispurningi.


Í viðmerkingunum til spurninginum skrivar tingmaðurin, at TAKS, í kjalarvørrinum av broytingum í eftirlønarlógini, ger mun á eftirlønaruppsparingum í Danmark og aðrastaðni.


- Fyri fólk, sum arbeiða uttan fyri landoddarnar, varð serskipan gjørd. Allarflestu teirra eru í eftirlønarskipan, serliga siglandi fólkið. Tí var óneyðugt at krevja dupulta uppsparing, men at teirra eftirlønaruppsparing í útlandinum kundi góðkennast


- Í heyst var fyrstu fer, at TAKS gjørdi upp hesar eftirlønaruppsparingar. Tað løgna er, at TAKS hevur bara góðkent ávísa danska eftirlønaruppsparing. Sjófólk, ið ikki hava uppsparing hjá hesum danska veitara, standa spyrjandi og eru kravd eftir dupultari eftirlønaruppsparing.


Talan er um eina støðu, ið Jørgen Niclasen heitir á landsstýriskvinnuna um at broyta, um hon ynskir, at tað skal loysa seg hjá øllum at búgva í Føroyum.


- Hetta er ikki rímiligt og má landsstýriskvinnan broyta kunngerðina, so henda sera tronga tulking hjá TAKS ikki sleppur at halda fram. Tað skal loysa seg at búgva í Føroyum, eisini um ein arbeiðir uttan fyri landoddarnar.


Tingmaðurin undrast serliga yvir, at TAKS ikki góðtekur norsku skipanina.


- Serliga løgið er, at TAKS ikki vil góðkenna norsku Folketrygd. Her rinda allir sjómenn við norskum skipum uml. 8% av lønini til Folketrygd. Stórsti parturin er til eftirløn, sum verður útgoldin sum lívrenta. Men har eru eisini aðrar tryggingar við, t.d. fyri sjúku, barnsburð o.s.fr. Tað ber ikki til, at TAKS ikki góðtekur hesa uppsparing, tí hetta er fult í samsvari við lógina, sum júst ynskir lívrentu, skrivar tingmaðurin.