- Tað er púra ógjørligt at smíða stál í Føroyum. Ongin á okkara leið smíðar skrokkar. So einfalt er tað, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju í samband við, at Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur seg ikki reiðiliga trúgva uppá, at Skipasmiðjan ikki kann byggja, uttan at fáa arbeiðsmegi úr Póllandi.
- Allar skipasmiðjur í Skandinavia er givnar at smíða stál og tað loysir seg als ikki at rokna uppá hatta, sigur Gunnar Mohr.
- Menninir mangla eina beding og hana fáa teir her, so teir kunnu smíða skipið. Teir hava nokk av fólki, men bedingarnar eru bílagdar langt fram í tíðina. At teir so hava eitt kostnaðarstøði, ið ikki er tað sama, sum vit hava her heima hjá okkum, er so nakað annað, sigur Gunnar Mohr.
- Hetta er ikke trælahald og ongin er tvingaður hendavegin at arbeiða, sigur hann.
- Eg síggi ikki tað ómoralska í hesum og tá formaðurin í Starvsmannafelagnum førir fram, at arbeiðsmegin er tøk í Føroyum, tí m.a. ALS hevur útbúgvið sveisarar, so vildi eg fegin vitað, hvussu nógvir sveisarar eru tøkir hjá ALS, sigur Gunnar Mohr, sum vísir á, at allar skipasmiður á okkara leiðum, ið ikki hava latið aftur, smiða í láglønarlondum.