Hetta er mín jólasangur

Albert Ellefsen: Eg gleðist so hvørt jólakvøld

- Tá ið eg nú skuldi velja ein sálm, var tað hesin sum rann mær fyrst í hug. Sálmurin er inniligur og sigandi, sigur Albert Ellefsen úr Miðvági.

Sum smádrongur var eg rættiliga ósmæðin, fírdi ikki fyri at sita millum sangkempurnar í Miðvágs kirkju og syngja, syngja hart. Tá ið ein gekk í skúla og hevði morgunsang hvønn morgun, tá lærdi ein nógvar sálmar uttanat. Minnist tíðina tá sum sera gevandi, hóast ein ikki gongur líka nógv í kirkju í dag, sum tá, hava sálmarnir, teir flestu brent seg inn í nethinnuna.

Eg haldi at sálmurin eg havi valt, sigur alt um hendingina, jólanátt og okkara samband við hann. Tað sum eg leggi størstan týdning í, er at tað eri eg, barnið og móðurin, sum á ein ella annan hátt samskifta um tað sum hendir.

Sálmurin byrjar við at siga frá um hendingina jólanátt og hvar hann nú er. Síðani fortelur móðurin og leggur niður barnið. Ein tann mest spennandi løtan var, tá ið ljósini vóru tendraði á jólatrænum, jólaaftan. Barnið frøist síðani um teir møguleikar tað nú hevur, tá ið Jesus var føddur og tann tryggleika, at tað er lív eftir deyða.

- Einki er sum barnajól, sigur Albert Ellefsen.







Eg gleðist so hvørt jólakvøld 


Eg gleðist so hvørt jólakvøld,

tí Jesus føddist tá,

tá lýsti stjørnan sum ein sól,

lag sungu einglar tá.


2. Og lítla barn í Betlehem,

tað var ein kongur bold',

sum kom av høgu himnaborg

á hesa neyðar fold.


3. Nú hann í himmiríki býr,

tí hann Guðs sonur er;

men altíð hoyrir hann hvønn tann,

í bøn til hansar fer.


4. Eg gleðist so hvørt jólakvøld,

vit syngja honum prís,

tá øllum smáum opnar hann

sítt sæla paradís.


5. Og móðir tendrar tá øll ljós,

tey skína í hvønn krók,

tí út um heimin, sigur hon,

at lýsa stjørnan tók.


6. Hon sigur, stjørnan lýsir enn

og aldri slokna kann,

og um hon lýsti mær á veg,

tá heim til Guðs eg fann.


7. Hon sigur, at hitt einglaljóð

tað ljóðar enn í dag

um frið og gleði her á jørð

og um Guðs hjartalag.


8. O, gævi eg kundi sungið so,

tá gleddist Jesu lund;

tí eg við varð Guðs kæra barn

á halgu skírnarstund.


9. Eg gleði meg hvørt jólakvøld

um Harran Jesus Krist.

At hann av sonnum elskar meg,

tað veit eg fult og vist.


Marie Wexelsen 1860/J. Dahl 1931.