Hetta er púra okey

- Eg eri totalt blottaður fyri nervum. Eg kann alt nú, sigur Johan í Kollafirði aftaná eitt langt og drúgt valstríð

Johan í Kollafirði tykist eitt sindur troyttur, nú valstríðið er av. Hann sigur, at kenslan er tann sama sum jólafaftan, tá allir jólafrokostirnir eru lidnir, og mann hugsar, at hatta var tað og gleðir seg til at byrja uppá okkurt annað. Hóast hann ikki kom inn á ting, er hann væl nøgdur.

- Eg havi tað púra okey. Kanska eitt sindur skuffaður av, at eg ikki fekk 50% av atkvøðunum, men eg hevði ikki tímað inn allíkavæl, sigur Johan í Kollafirði.

Gjørt fýra ting
Kollfirðingurin er sannførdur um, at tað týdningarmiklasta er nátt. Hann hevur fingið fólk at skilt sín boðskap.

- Eg giti, at fólk, sum hava lurtað eftir mær, hava skilt mín boðskap og hava hugsað seg einaferð um afturat, áðrenn tey settu krossin. Eg havi gjørt fýra ting í valstríðnum. Eg havi fingið fólk at hugsa seg um. Eg havi fingið tey at valt meg. Eg havi brúkt humor. Og eg havi brúkt filosofi, greiðir ein errin Johan í Kollafirði frá.

Spurdur um, hvat hann hevur lært, sigur hin stuttligi politikkarin, at nú kann hann alt.

- Eg eri totalt blottaður fyri nervum. Eg kann alt nú. Tað er einki sum eg ikki tori, sigur Johan í Kollafirði.

Broytt valskipan
Johan í Kollafirði vísir á, at ein rúgvu av fólki hava vent sær til hansara og sagt, at tey ynsktu, at mann hevði tvær atkvøður í part. So skuldi hann nokk fingið eina. Men kollfirðingurin hevur eitt uppaftur betri boð.

- Eg haldi, at tað mest rættvísa í valskipanini hevði verið, at mann segði, hvønn mann ikki vildi velja, og so valdi mann restina, endar Johan í Kollafirði, sum eftir donskum mátistokki var komin inn á Fólkating. Har er sperrumarkið 2%.