Í roynd og veru er tað ikki loyvt at fara á ísin á vøtnum og á tjarnum at skreiða, ella at ganga. Tað ger løgreglan vart við beint nú.
Á Facebook sigur løgreglan, at nú tað er so kalt, at tjarnir og vøtn eru fryst, kann tað vera freistandi fara sær ein túr eftir ísinum.
Men tey visa á, at í roynd og veru, er hetta ikki loyvt. Tað er eftir stykki eitt í grein 14 í kunngerđ um skilhaldsreglur, at hetta ikki er loyvt.
Har stendur: »Politiet eller den myndighed, som politiet har bemyndiget hertil, kan ved opslag eller offentlig bekendtgørelse forbyde færdsel på isen ud for kyster, i havne eller på offentlige søer, vandløb og andre vandsteder.«
Annars ávararw løgreglan um, at ísurin skal vera minst 13 sentimetrar tjúkkur, áðrenn tað er ráðiligt at ganga á frystum tjarnum og vøtnum.