Hetta er sum í bananrepublikk

Høgni Hoydal heldur tað vera harmuligt, at serfrøðingar og pressan ikki lýsa óhepnu stjórnarskipanarligu avleiðingarnar av uppskotinum um at stytta freistina at útskriva val

Fólkaræðisliga støðan í Føroyum er sum í bananrepublikkunum, sum vit ikki vilja sammeta okkum við.

Tað heldur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal:

- Samgongan skilmarkar fólkaræði sum at meirilutin ræður. Hetta er langt við síðuna av. Fólkaræði er, at tað verður ansað eftir, at eingin ger seg inn á stjórnarligu skipanirnar, sum fólkið hevur samtykt. Í hesum plaga pressan og serfrøðingar at hava stóran leiklut, men soleiðis hevur tað ikki verið í Føroyum, nú samgongan hevur samtykt, at hon skal hava longri tíð at fremja sínar ætlanir, enn tað altíð hevur verið siðvenja.

Sipað verður til samtyktina leygardagin um at stytta freistina fyri at útskriva løgtingsval.

Marjus Dam og Poul Michelsen, samgongutingmenn, vístu á, at landsstýrið hevur fingið styttri freist, enn tað sjálvt hevði roknað við. Landsstýrið legði upp til tríggjar vikur freist, men í álitinum frá rættarnevndini skjýtur meirilutin upp, at freistin skal verða fýra vikur.

- Hetta er talan um reina bananrepublikkstøðu. Landsstýrið ætlaði at økja um valdstíðarskeiðið í tríggjar vikur, men tá ið freistin nú verður økt við tveimum og ikki trimum vikum, so verður sagt, at landsstýrið hevur ikki fingið sín vilja, segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum.


Mynd av Høgni Hoydal


-Føroyar minna um tey londini, vit avgjørt ikki vilja samanberast við, heldur Høgni Hoydal