Hetta er syrgiligt og ómansligt

– Hetta kann verða tað bera rukkulív halda Løgtingslimir, sum ivast í ætlanini um at banna kvinnum at ganga í burka í Føroyum

 Uppskotið hjá Sjálvstýrið um at banna kvinnum at ganga í burka í Føroyum, fær ivasama undirtøku í Løgtinginum. Løgtingið viðgjørdi málið í næstan tveir tímar seint í gjárkvøldið, men tað var ongin sum segði, at tey tóku undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur.

 

Tað vóru fleiri løgtingslimir, sum ikki vildu vísa málið frá sær, áðrenn tað verður viðgjørt nágreiniligari, men tey funnust kortini at uppskotinum. Tey vístu á, at tað er ómansligt av Sjálvstýrið at kalla hetta eitt bann ímóti at ganga í dularbúna, tá ið í endamálið í roynd og veru er at banna kvinnum at ganga í burka.

 

– Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir helt, at vit mugu kalla ein spaka fyri ein spaka og floksfelagi hennara, Joen Magnus Rasmussen, helt, at nú mugu vit tora at kalla eina burka fyri eina burku.

 

 Tey eru á einum máli um, at verður uppskotið samtykt sum tað nú er orðað, fer tað at vera eitt rukkulív burtur úr, tí eftir uppskotinum verður tað banna at fjala andlitið.

 

– Er so ein nýgift brúður í sløri í vanda fyri at verða handtikin, spurdu tingfólk. Ella hvat við einum fjallmanni í brølapu ein kaldan heystardag í fjøllinum?, ella onkrum í fallhjálmi á prutli ella motorsúkklu. Og hvat við jólamanninum ella onkrum sum spælir grýlu, ella monnum við stórum skeggi og sólbrillum?

 

– Skal uppskotið samtykkjast er tað sostatt eitt minstakrav, at tað stendur í tí, at tað er banna at ganga í burka og niqab, og einki annað uttanum tos.

 

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, staðfesti, at er tað hetta sum skal til fyri at fáa undirtøku fyri uppskotinum, hevur hann einki ímóti tí.

 

Hinvegin spurdi Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, um tað ikki stríður ímóti grundlógini at banna kvinnum at ganga í burka, tí tað er eitt átrúnaðarligt plagg, og eftir grundlógini hava øll rætt at liva í samsvari við sína trúgv.

 

Ruth Vang úr Framsókn, sigur, at tað er eisini ein orsøk til, at danskir politikarar eru komnir í rasshaft av einum sama slag uppskoti, tí eftir grundlógini hava øll trúarfrælsi. Sostatt kallaðu danir tað fyrst fyri eitt »maskeringsforbud«, men nú kalla teir tað »tildækningsforbud«

 

Hon heldur ikki, at hetta uppskotið gevur nógva meining og hon heldur, at vit áttu heldur at brúkt orkuna upp á onkrar av teimum stóru trupulleikunum.

 

Bjørt Samuelsen, sum var talskvinna fyri tjóðveldi, heldur, at burka er eitt óhugnaligt og kvinnukúgandi plagg. Men hon heldur kortini, at uppskotið er syrgiligt, og hon heldur, at vit eiga heldur at brúka kreftirnar upp á at gera ein ordiligan integratiónspolitikk, heldur enn at brúka tær upp á at skapa ein óneyðugan ótta av einum trupulleika, sum als ikki er til í dag.

 

– Tað ver væl hugsandi, at avleiðingin av einum slíkum forboði verður, at kvinnur ikki sleppa út, tí at tær ganga í burka ella niqab av av átrúnaðarligum orsøkum. Og sleppa tær ikki út, verða tær í øllum førum  ikki integreraðar í føroyska samfelagið. Sjálvstýrið plagar at vera ein mentaður flokkur, men hetta er einans fyri at tekkjast veljarunum, heldur hon

 

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at hetta er eitt uppskot, sum tað ber til at arbeiða við, tí tað er einki at ivast í, at burka er kvinnukúgandi, og tað eiga vit ikki at góðtaka.

 

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokki, heldur, at eitt slíkt uppskot hevði givið meining í Afghanistan ella Saudiarabia, men hann ivast í um hetta er rætti heilivágurin til rætta sjúklingin við tí røttu sjúkuni

 

Og Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr um Sjálvstýrið man hava fingið uppskotið frá víðgongda høgrarákinum í Evropa og sær trøll á alljósum degi. Hann heldur, at hetta kundi bent á, at Sjálvstýrið tevjar nýval og vil keypa sær nakrar atkvøður.