- Hetta er tað ringasta eg havi sæð

Tað eru ring koyrilíkindi á Vestmannavegnum í løtuni, og fleiri bilar standa fastir. Eisini í Vágum standa bilar fastir.

 

Henda myndin er tikin á Vestmannavegnum nú seinnapartin, og hesa løtu var ikki koyrandi.

Tað eru ikki koyrilíkindi á Vestmannavegnum í løtuni, og her er nærmast útideyðaveður. 

 

Viðheftu mynd hevur borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, lagt út á sína Facebook-síðu fyri løtu síðan.

 

- Hetta er tað ringasta, eg havi sæð á Vestmannavegnum, skrivar borgarstjórin, sum hevur búð í Vestmanna alt sítt lív.

 

Hann leggur aftrat, at hann er á veg til Havnar, nú hann hevur rent seg í vánaligastu koyrilíkindi, hann nakrantíð hevur upplivað.

 

Niðri í tráðnum undir myndini hjá borgarstjóranum á Facebook skilst, at fleiri bilar standa fastir á Vestmannavegnum.

 

Onkur fylgjari spyr borgarstjóran á tráðnum, um fleiri bilar standa fastir, og her svarar Pauli T. Petersen játtandi.

 

Sum skilst, eru eisini ring koyrilíkindi aðrastaðni í Føroyum í løtuni, og í Vágum eru bilar eisini fastir á veg niðan á Sandavágsháls.

 

Henda myndin er tikin á Vestmannavegnum nú seinnapartin, og hesa løtu var ikki koyrandi.