Sólin skínur oman og niðan henda fyrrapartin.
Tað er kortini nakað kalt í veðrinum og eitt sindur av vindi, men menninir her sansa tí neyvan. Teir eru meiri upptiknir enn so við spennandi arbeiði teirra.
Ein góðan mánað frammanundan vóru teir byrjaðir uppá arbeiðið at byggja hesi sethúsini, og nú var komið so langt, at fyrsta stigið var rokkið: Tær seinastu sperrurnar vórðu settar upp.
Við hjálp av einum lastbili við krana vóru tær settar uppá pláss - ein fyri og onnur eftir. Og nakað fyri døgurða varð tann seinasta sett í og fest.
Hetta skuldi sum vera man markerast, og tí var Merkið fest á stong. Men teir ídnu handverkararnir høvdu ikki tíð at steðga við hetta. Arbeiðið mátti halda fram við somu ferð.
- Vit byrjaðu fyri einum mánaði síðani. Og gongur tað soleiðis tað gongur beint nú, verða vit lidnir um einar tveir mánaðir, sigur Fróði Danielsen við Sosialin.
Tíðin til tíðindafólkini er avmarkað, tí tað er eyðsæð, at fyri Fróða og hansara menn er tað av alstórum týdningi at húsini verða liðug til tíðina.
Okkurt serstakt við húsinum
Hesi sethúsini standa á Hálsagøtu, og koma at hava eitt ótrúliga vakurt útsýni yvir Skálafjørðin og suðureftir.
Teir byrjaðu fyri einum mánaði síðani uppá hesi húsini, sum verða 150 fermetrar til støddar og koma haraftrat at hava eitt bilhús uppá 40 fermetrar.
Tá talan er um sethús, eru ynskini hjá fólki altíð sera ymisk. Her ræður um hjá byggifyritøkuni at fylgja hesum ynskjum og koma við hentum ráðum.
Fróði plagar vanliga at tekna sethúsini sjálvur, men so eru tað eisini tey, ið ynskja onnur at gera hetta. Tað var júst dømið við hesum húsunum, sum nú vórðu reist.
- Tað er EM-ráðgeving sum hevur teknað húsini, greiðir Fróði frá.
Eitt sum sermerkir hesi húsini - og forrestin fleiri onnur í gøtuni - er ein karnappur. Tað vísir seg at hetta er væl dámt av fólki.
- Ja, vit síggja tað greitt, at fólk leggja dent á at hava okkurt, sum onnur ikki hava, sigur hann við einum brosi.
Hetta er teirra munn
Tað er týðiligt, at hetta er ikki fyrstu ferð at menn seta sperrur upp.
Skjótt er at fáa sperrurnar festar og tryggjaðar, soleiðis at tær ikki skulu fara nakran veg um vindur brádliga skuldi komið.
- Eftir tað fara vit at tróðra, og síðani verður farið undir at inniloka tey, sigur Fróði.
Her er talan um eini lyklaklár hús, men teir hjá Fróða eru kortini liðiligir: Fólkini vilja sleppa at mála innan, og tað verður sjálvandi eftirlíkað teimum.
Aftaná koma teir so og festa loftslistarnar og gera tað sum restar í. Hetta eru kundarnir glaðir fyri og hetta er eisini nakað sum Fróði leggur stóran dent á.
- Tað er týdningarmikið, at fólk sleppa at avgera sjálvi, hvussu alt skal gerast. Eg meini, - hetta er hóast alt teirra heim. Og hetta skulu tey brúka restina av lívinum at gjalda niður uppá.
- Tí kann ein ikki bara seta tey til síðis. Tey mugu eisini hava eitt orð at siga, sigur Fróði.
Álítandi
Tá Fróði og hansara menn eru lidnir við hetta húsið, eru onnur sum bíða eftir teimum: Ein virkisbygningur sum m.a. skal klæðast av nýggjum og skifta vindeyguni út.
Teir hava í størstan mun arbeitt aðrastaðni enn á Strondum, og eru hetta fyrstu húsini í bygdini. Teir hava m.a. arbeitt á Kambsdali, Runavík og í Søldarfirði, men ongatíð í Havn.
- Eg royni ikki at taka ov nógv arbeiði niðurfyri. Tað er so skjótt at prísurin kann broytast, tá ein hevur givið eitt bindandi tilboð, og so hongur ein bara uppá tað.
- Vit fáa fyrispurningar í heilum, men tá vit bert eru tríggir mans er ikki lætt at átaka sær tey stóru arbeiðini.
- Okkara fremsta mál er at verða álítandi. Tað skal verða okkara vørumerki, sigur hann.
Ringt at fáa handverkarar
- Tað er púra vónleyst at fáa handverkarar í dag. Vit hava roynt leingi, men uttan úrslit, sigur Fróði Danielsen.
Í løtuni hevur hann tríggjar mans aftrat sær, og teir ger hann alt fyri at varðveita í arbeiðinum.
Hetta er ikki lætt, tí tað eru so nógvir aðrir sum eru í somu støðu. Fyri mangar er ikki annað at gera enn at kappbjóða um lønina.
Sjálvur hevði Fróði ein mann uppá hondina herfyri, men hesin fór aðrastaðni at arbeiða.
- Eg bjóðaði honum 140 krónur um tíman, men hann segði neitakk. So tú skilir, at tað er ikki lætt at fáa handverkarar, sigur hann.