Hetta er til stóra gleði hjá teimum sum sita einsamøll

Nú er samstarvið í Vágum løgd í fastar karmar

Mánamorgunin var samkoma í bygdarhúsinum í samband við at Reyði Krossur í Føroyum og Vága kommunu skrivaðu undir eina avtalu um vitjanarvinir.

Vitjanarvinir, er ein tænasta hjá Reyði Krossi í Føroyum við tí Endamáli at basa einsemi hjá fólki sum sita einsamøll heima. Ein vitjanarvinur er ein persónur, sum sjálvboðin bjóðar seg fram til at vitja fólk.

Tænastan sum vitjanarvinur hevur virkað í Vága kommunu í longri tíð, men nú er samstarvið skjalfest og sostatt er tað lagt í fastar karmar.

Eftir avtalunu skulu partarnir vera felags um at virka fyri at økja um trivnaðin hjá teimum, ið kundu hugsað sær regluliga vitjan frá einum vitjanarvini frá Reyða Krossi.

Ein vitjanarvinur skal vera minst 18 ár, umframt at hann, ella hon, skunu vera álítandi og vinsæl og tey skulu virða fólk, sum tey eru. Og tey siga, at hendan skipanin er til stóra gleði hjá teimum, sum sita einsamøll.

Reyði Krossur sigur, at Linda og Henrik eru vitjanarvinir hjá einum eldri manni og tey siga, at tey verða glað innast í sálina av at síggja, hvussu glaður hann verður, tá ið tey koma á vitjan, tí tá veit hann, at hann sleppur ein túr.

– Á hesum biltúrunum fáa vit nógv at vita um tey ymsu støðini í býnum, ið vit ikki kendu søguna um, siga tey. Fyrstu ferð, tey vóru ein biltúr við honum, hevði hann ikki verið úti í eitt heilt ár.