Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, vóru í gjárkvøldið í 75-ára føðingardegi hjá Margrethu, drotning.
Eingin fer tómhentur í føðingardag og tað gjørdu umboðini fyri føroysku myndugleikarnar heldur. Avgjørt var, at Føroya Løgting og Føroya Landsstýrið skuldu geva drotningini eina felags gávu.
Í gávu frá føroysku myndugleikunum fekk drotningin ein ring úr 18 karat gulli, við einum steini av føroyskum basalti. Tað er Turið Nolsøe Mohr, sum hevur sniðgivið ringin.
Virðið á ringinum er mett at vera 9.000 krónur.