Hetta hoyrir ikki heima í nútíðini

Seyður, sum gongur leysur, er ein stór plága, ásannar Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu

Seyður, sum gongur leysar, og gera seg inn á urtagarðar, grasplenur og kálgarðar hjá fólki, eru ein stór plága.

 

Tað ásannar Heðin Zachariasen borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

Og hann er sanniliga eisini ein bági fyri ferðsluna, leggur hann afturat.

 

Í morgun høvdu vit eina grein her á www.in.fo, har vit umrøddu trupulleikan, eisini trupulleikan í Sunda kommunu.

 

 

Les eisini: Ringja til løgregluna at kæra sína neyð

 

 

Og Heðin Zachariasen ásannar, at so er. Hann heldur, at eitt, sum ger trupulleikan serliga stóran í ár, er, at tað er lítil gróður í haganum, at seyðurin leggur nógv fyri við at troka seg ígjøgnum stik, og leypa uppum garðar, fyri at sleppa inna aftur í bøin, har meiri er at eta.

 

Heðin Zachariasen sigur, at tey hava aktingarmann, og tey hava hegnsýnisnevnd, sum hava ávísar heimildir at basa trupulleikanum.

 

Og hann sigur, at kommunustýrið hevur lagt teimum eina við, at tær heimildir, tey hava, skulu brúkast. Og tær verða eisini brúktar sigur hann.

 

Heðin Zachariasen vísir á, at ein trupulleiki, sum serliga ger seg galdandi, er, at garðar og stik eru ov illa hildin.

 

- Vit hava eina hegnsýnisnevnd, sum er úti um seg, og tað er meiri enn so komið fyri, at hon hevur álagt eigarum at stika. Og tað er eisini komið fyri, at eigarar hava ikki gjørt eftir boðunum, og so hevur kommunan stika – fyrri teirra rokning.

 

Ein onnur heimild, hegnsýnisnevndin hevur, er at krevja, at seyður, sum leypur í heilum, verður tikin av í heyst.

 

Heðin Zachariasen sigur, at tey, sum hava trupulleikar av dýrum, sum ganga leys, kunnu ringja til løgregluna, sum síðani setir seg í samband við aktingarmannin.

 

- Navnið á teimum, sum hava boðað frá, verður ikki uppgivið, sigur borgarstjórin.

 

- Vit royna alla tíðina at tátta í, tí ongin hevur størri áhuga at fáa hesi viðurskifti í rættlag, enn vit í kommunustýrinum. Og eg haldi ikki, at tað hoyrir nútíðini til, at seyður gongur og melur ímillum húsini, sigur Heðin Zachariasen.