Hetta kann enda við einum fólkadrápi

Hóast teir stríðandi partarnir í Kongo eru samdir um at binda frið, halda eygleiðarar og onnur ondini, tí vandin fyri nýggjum ágangi og bardøgum er stórur

Í gjár segði bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, at altjóða samfelagið eigur at forða fyri, at ófriðurin í Kongo ikki endar við einum fólkadrápi sum í Rwanda í 1994, tá millum 800.000 og ein millión fólk vórðu myrd. Eygleiðarar hava í hesum sambandi víst á, at nógvir av uppreistrarmonnunum, sum nú gera um seg í Kongo, vóru við í fólkadrápinum í Rwanda.

Fleiri hundraðtúsund fólk eru flýdd undan uppreistrarmonnunum, sum eru farnir sera illa við sivilfólki. Hjálparfelagsskapir vita at siga, at tær flestu kvinnurnar eru neyðtiknar, og at smágentur heilt niður í trý ára aldur hava fingið somu viðferð. Í gjár frættist, at 50.000 fólk eru rýmd úr einum býi, men at eingin veit, hvar tey eru.

Bretland og Frakland hava talað fyri, at ES skal senda eitt friðarvarðveitandi herleið til Kongo at hjálpa ST-hermonnunum, sum eru har, men sum tykjast vera ov fámentir til at steðga áganginum. Men tað er torført at fáa ta endaligu avgerðina í ES, millum annað tí at summi lond halda seg gera nóg mikið í Afghanistan.