Hetta kann verða øgiliga dýrt fyri føroyingar

At lata SAS sleppa at kappast ímóti Atlantsflogi, kann verða ein stokkutur og ein dýrt keyptur løtuvinningur

Hvussu leingi fer føroyska flogfelagið, Atlantsflog, at standa seg í kappingini móti SAS, sum fær ríkiskassastuðul úr bæði Danmark, Noregi og Svøríki?

 

Tað spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin. Fer Atlantsflog at klára seg í eitt ár, ella kanska í tvey ár? spyr hon.

 

Í Fólkaaflokkinum plaga tey altíð at hálova fríari kapping, men í hesum føri stúrir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fyri framtíðini hjá føroyska flogfelagnum, tá ið SAS fer at flúgva upp á Føroyar. Hon vísir á, at SAS fær ríkisstuðul úr Danmark, Noregi og Svøríki. Samstundis sleppa føroyskt flogfelag ikki at flúgva í ES, men nú skal eitt flogfelag í ES sleppa inn til okkum.

 

– Hetta eru ikki javnir kappingartreytir, staðfestir tingkvinnan fyri Fólkaflokkin.

 

Hon heldur, at í fyrstu syftu fer kapping at elva til bíligari ferðaseðlar. Men í longdini kann tað verða dýrt fyri Føroyar, um so er, at Atlantsflog má lúta í kappingini við SAS, og má fáa stuðul úr Landskassanum fyri at kunna halda fram.

 

– Gleðin við tveimum flogfeløgum kann skjótt gerast stokkut og ein dýrtkeyptur løtuvinningur, heldur hon.

 

Trýst HER og les meiri um, hvørjar vandar, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sær við at lata SAS sleppa at kappast við Atlantsflog