Hetta kann verða dýrt fyri Sandoyartunnilin

Hvussu stór eykarokningin verður – og hvussu nógv hann verður seinkaður, er óvist

Tað hevur verið ein sannur ruðuleiki um ætlanina hjá Tórshavnar Býráði at forða stórum lastbilum at koyra við gróti ígjøgnum Havnina um náttina. Í fyrstu atløgu kolldømi løgreglan – tvær ferðir – skeltingina hjá býráðnum, men nú eru skeltini sett upp eftir forskriftunum.

 

Skeltingin merkir, at um náttina og sunnudagar, kunnu lastbilar yvir 26 tons, ikki koyra av Gomlurætt, av Velbastaðvegnum og inn á ringvegin í Havnini. Hetta fekk Teit Samuelsen, stjóra í Tunlafelagnum at rópa varskó, tí hann segði, at hetta fór at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri Sandoyartunnilin, umframt at hann fer at verða seinkaður.

 

Orsøkin er, at tað fer ikki at bera til at koyra við betongi og øðrum tilfari, og útgerð, um náttina. Men hinvegin kunnu bilar yvir 26 tons koyra sum teir vilja ígjøgnum Havnina og til Gomlurætt.

 

Tá ein frágreiðing sissaði allar partar, tí bæði Teitur Samuelsen, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Býráð, hava havt tað fatan, at tað fór ikki at fáa avleiðingar fyri Sandoyartunnilin.  Fatanin hevur nevniliga verið, ast bilarnir kundu koyra fullfermdir av betong, og øðrum tilfari og útgerð, til Gomlurætt. Tá ið bilarnir so vóru slopnir av vil lastina, vigaðu teir minni enn markið upp á 26 tons, og so kundu teir koyra hinvegin eisini.

 

Men løgreglan ger nú greitt, at soleiðis er støðan ikki. Skeltið bannar nevniliga øllum bilum, sum eru skrásettir til eina vekt upp á yvir 26 tons, at koyra av Gomlurætt inn í Havnina. Tað merkir, at teir kunnu heldur ikki koyra tann vegin tá ið teir eru tómir, tí teir eru framvegis skrásettir til eina vekt upp á yvir 26 tons.

 

Teitur Samuelsen sigur, at hetta setir myndina í eitt heilt annað ljós, tí tað merkir, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri arbeiðið at gera Sandoyartunnilin. Hann sigur, at hetta merkir, at stórir bilar yvir 26 tons, sum eru komnir ígjøgnum Havnina til Sandoyartunnilin, sleppa ikki at koyra aftur til Havnar. Hann sigur, at hetta fer at tarna flutninginum av bæði betongi, og øllum møguligum øðrum vørur og ymsari útgerð, sum brúk verður fyri.

 

Hann sigur, at Tunlafelagið stýrir ikki, nær Sandoyartunnilin fær sínar leveringar, men tá ið flutningurin verður tarnaður, er tað eyðsæð, at tað fer at fáa avleiðinga bæði fíggjarligar og fyri tíðarætlanina. Hvussu stórar avleiðingarnar verða, dugur hann ikki at siga.