– Hetta kennist illa

Sámal Joensen, liðformaður hjá GÍ, staðfesti eftir dystin, at tapið fyri grannunum úr NSÍ var ein herskin biti at svølgja.

– Hetta kennist illa. Vit høvdu tak á teimum í fyrra hálvleiki, men missa so í seinna hálvleiki, tekur liðformaðurin stutt saman um dystin.

– Dysturin var annars rímiliga javnur og kundi koppa báðar vegir, men verður hugt samanum eftir málkjansum, so var tað helst uppiborið, at NSÍ fekk trý stig, sigur Sámal Joensen.

GÍ liggur nú á áttanda plássi í Formuladeildini, men Sámal Joensen metir kortini ikki støðuna vera kritiska hjá GÍ.

– Vit skulu bert rætta upp á nøkur ting og fáa nakrar barnasjúkur burtur, so koyrir tað aftur, sigur hann.