Hini norðurlondini skulu ikki blanda seg uppí, hvussu vit í Føroyum umsita okkara egnu fiskivinnupolitikk. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, nú nevndin fyri umhvørvis- og náttúrutilfeingi í Norðurlandaráðnum, hevur umrøtt møguleikan fyri, at norðurlond skulu í felag lurta eftir tilmælunum frá Altjóða Havgranskingaráðnum, ICES. - Føroyar røkja best ognara egnu viðurskiftum sjálvi á hesum øki, sjálvandi í samstarvið við tey, vit hava avtalu við, sigur Jacob Vestergard. Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Jacob Vestergaard hevur at siga um tað, sum er umrøtt á fundi í Norðurlandafundinum. |