Hetta má vera ein misskiljing

Vit mugu fáa at vita, hvat læknarnir eru ónøgdir við, sigur Helena Dam á Neystabø

Tað kemur óvart á Helenu Dam á Neystabø, landsstýrimann í heilsumálum, at yvirlæknarnir á landssjúkrahúsinum ikki vilja vera við til at seta nýggja leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum í verk, tí teir ikki vilja góðtaka orðaljóðið í starvslýsingini.

Tað er ein mánaði síðani teir boðaðu frá hesum, men enn hevur landsstýrið ikki verið í sambandi við teir, upplýsti Jóan Petur Davidsen, formaður í Føroyadeildini hjá danska serlæknafelagnum fyri Sosialinum fyrr í vikuni.

Tað einasta, serlæknafelagið hevur hoyrt, er, at fundarboð nú eru komin frá fíggjarmálastýrinum til at samráðast um lønina hjá læknastjóranum.

Serlæknafelagið hevur svarað, at tað møtir ikki á fundi, fyrrenn starvslýsingin er góðkend.


Ein misskiljing

Hetta kemur eftir øllum at døma óvart á hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø

?Eg rokni við, at hetta er ein misskiljing av onkrum slag. Tí læknarnir høvdu góðkent lýsingina, sum kom frá læknastjóranum, og vit hava ikki broytt hana.

Men nú boðaðu teir frá, at teir vildu ikki góðkenna starvslýsingina?

? Ja, men so mugu vit fáa at vita, hvar teir hugsa um. ? Teir boðaðu frá, at teir vildu ikki góðkenna broytingarnar, sum vórðu gjørdar, men tað vóru ongar broytingar gjørdar.

Upp á fyrispurning, um ikki heilsumálaráðið ikki átti at havt sett seg í sambandi við serlæknarnar um starvslýsingina, sigur Helena Dam á Neystabø, at landsstýrið hevur boðsent læknunum til samráðingar, og tá var ætlanin, at umboð fyri Almanna- og heilsumálaráðið eisini skuldi vera við fyri at.

Eru læknarnir av teirri áskoðan, at vit hava gjørt broytingar, hevði eg væntað, at vit fingu at vita frá teimum á fundinum, hvat teir eru ónøgdir við. Starvsfólkadeildin hjá okkum hevur eisini skrivað teimum skriv, har greitt er frá gongdina í málinum.

Men serlæknarnir hava boðað frá, at teir fara ikki á tann fundin?

? Tað havi eg onga viðmerking til. Men eg havi skilt, at gongd er í málinum. ? Men vit mugu fáa at vita frá teimum, hvat teir eru misnøgdir við og so mugu vit arbeiða víðari frá tí.

?Læknarnir hava fyrr boðað frá, at teir fara ikki at boykotta nýggja bygnaðin og tað vænti eg heldur ikki, at teir fara at gera.