Týsdagin og mikudagin halda føroyingar ólavsøku í høvuðsstaðnum. Sum vera man hevur veðrið stóra ávirkan á ólavsøkuhaldið, og sambært DMI eru útlit fyri hampuliga góðum veðri.
DMI sigur soleiðis um veðrið ólavsøkuaftan og ólavsøkudag:
Ólavsøkuaftan verður tað 5-10 m/s av norði og útnyðringi, onkrastaðni upp í 13 m/s. Tað verður sól ein part av tíðini, men eisini møguleiki fyri onkrum æli. Hitin um dag 7-10 stig, um náttina 5-8 stig.
Ólavsøkudag verður tað 5-10 m/s av norði og útnyðringi, minkandi niður í 6 m/s. Mest turt og møguleiki fyri nakað av sól. Hitin um dagin 7-10 stig, um náttina 5-8 stig.