Hetta skalt tú ikki seta á borðið á ólvsøku

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti tveimum matvørum, sum fólk ikki skulu borðreiða við

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti tveimum matvørum, sum fólk hvørki skulu seta á borðið á ólavsøku – ella nakra aðru tíð heldur. Talan er bæði um eitt slag av kjøtbollum og eitt slag av kettjuppi, sum ávarað verður ímóti.

 

Í fyrra lagi verður ávarað ímóti  "Kylling-Kalkun Kødboller" frá Normeat A/S og orsøkin er, at ein stakroynd hevur víst at listera er í vøruni, tá haldføri er við at verða farið. 

 

Talan er um »Kylling-Kalkun Kødboller«, har pakkarnir viga 700 gramm netto og har framleiðsludagurin er 10. juni í ár. Talan er um papparnir, sum eru best fyri 15. juli í ár.

 

Seinastu dagurin er farin, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fólk kunnu hava fryst og goymt hesar kjøtbollarnar.

 

Tann, sum verður smittaður við listeria, kann fáa sjúkutekin, sum minna um influensu, nevniliga fepur og høvuðpínu, men í sjáldsomum førum kann talan eisini verða um trupulleikar í maga og tarmum.

 

Hin vøran, sum ávarað verður ímóti, er »hotdog kettsjup frá Graasten Salater« og orsøkin er, at tað er farið at gera. Talan er um dunkar, har nettovektin er 375 gramm og sum eru best fyri 7. oktober í ár. Framleiðsludagurin er 9. juni í ár.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum, eiga at koyra tað í skrell, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.