Nógv leggja vit ókritisk persónligar upplýsingar á Facebook, so sum arbeiði, telefonnummar, føðingardag, hvar vit eta og ferðast, skrivar Indy100.com.
Ofta er tað gáloysni, ella tí vit ikki vita, hvat tað merkir, tá upplýsingar verða lagdir á sosiala miðilin. Facebook er ókeyps at nýta men brúkar upplýsingar, sum vit leggja út og veita síðuni, til at marknaðarføra okkum til fyritøkur og aðrar bólkar, sum hava áhuga í at fanga okkara uppmerksemi ella fáa okkum til brúkarar.
Á síðuni Dagens.dk eru átta uppskot um, hvat ein átti at slettað av facebook síðu síni. Hesi eru:
1. Telefon nummarið. Hetta kann gerast atkomuligt aðra staðir, og tey sum tú ynskir skulu hava nummarið, tey hava tað óivað longu.
2. Opna profilin. Best er at gera profilin privatan, um tú ikki ynskir at upplýsingar og myndir verða misnýttar.
3. Vinir, sum tú ikki kennir. Tað er ongin orsøk til at hava fleiri hundrað vinir, sum tú ikki kennir í veruleikanum, og ikki hevði heilsað uppá hevði tú møtt teimum á gøtuni. Heldur ikki veitst tú, hvør møguliga ætar at misnýta persónligu upplýsingar tínar.
4. Upplýsingar, sum kunnu nýtast til lýsingar. Facebook hevur longu boðað frá, at reklamur møguliga fara at vera at síggja í privatu boðum okkara. Um tú til dømis hevur tosað um, hvat tær dámar at eta, so kann hugsast at tú fert at fáa reklamu rættað eftir tí.
5.Lat vera við at kekka inn har tú ert, hvørt tað er í biograf, matstovu ella heima. Ikki bert fáa fólk fylgt við í, hvat tú gert, og hvar tú ert, men tú útgevur eisini bústað tín, og tað eru upplýsingar, sum ikki koma øllum við.
6.Tá tú fert at ferðast. Her verður ávarað ímóti, at upplýst verður um hvar og nær tú ert farin at ferðast, tí so upplýsir tú eisini um, at ongin er heima hjá tær.
7. Persónligar upplýsingar, so sum føðingardag og addressu. Hóast tað kann tykjast sakleyst, so eru tað persónligir upplýsingar sum hesir, at netsvindlarar eru glaðir fyri, at fáa hendur á, og brúka til at fáa pening frá tær á aðrar háttir.
8. Býttar myndir. Hóast tú hevur havt tað stuttligt á eini feriu, festivali ella okkurt triðja, so er ikki altíð gløgt at leggja myndir út av upplivingini. Hesar kunnu varpa keðiligt ljós á teg seinni, um hugt verður at profili tínum av møguligum arbeiðisgevara, ella um tað eru myndir, sum tú verður keddur av liggja á netinum seinni.
Les eisini Tað sum vit leggja út á netið kann lættliga misnýtast