Hetta skulu pengarnir brúkast til hesa ferð

Pengarrnir til góðar, sum hava sálarsjúku, bæði hjá teimum, sum búgva í Havn, og teimum, sum búgva uttan fyri Havnina

Aftur í gjár fer Lions Club Tórshavn at hava listaframsýning á ólavsøku. Tey, sum vilja hava listaverk við á framsýningina mugu siga frá í seinasta lagi í morgin. Enn sum áður er ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn í Müllers Pakkhúsi í Havn og har fara bæði ólærd, sjálvlærd, og onnur, sýna síni listaverk fram. Pg enn, sum áður er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerðarendamál, og í ár verða inntøkurnar av ólavsøluframsýningini latin Fountainhúsinum í Havn

 

Endamálið hjá Lions Club Tórshavn er at stuðla bæði lokal og nationalt og hesum endamálinum røkkur Fountainhúsið væl og virðiliga, tí hóast tað er í Havn, er tað eisini øðrum, enn teimum ið búgva í Havn, tol gagns, sigur Lions í einum tíðindaskrivi.

 

– Sálarheilsa er eitt mál, sum rættiliga er uppi í tíðini, og tað er eitt øki, sum støðugt er undir trýsti og tí vil Lions Club Tórshavn rætta eina hjálpandi hond. Tað merkir, at øll ið koma í Müllers Pakkhús at hyggja at framsýningini og - ikki minst - keypa okkurt listaverk, eru við til at stuðla hesum góða endamáli, sigur Lions.

 

Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi letur upp seinnapartin mikudagin 27. juli og heldur fram ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, og leygardagin 30. juli.