Vit eiga at venja okkum til, at tíðirnar eru broyttar, og tað eiga vit at venja okkum til. Tað heldur Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
Nú corona er farið at ganga, leggja myndugleikarnir stóra orku í at forða fyri, at smittan breiðir seg, og í tí sambandi hava teir nógv tilmæli um, hvussu vit skulu bera okkum í okkara dagliga lívið.
Corona smittar við ymsari vætu úr munninum, sum onnur fáa í seg, tá tann smittaði hostar ella nýsur út í luftina.
Men í sambandi við veitslur, hava føroyingar ein heilt serliga sið, og tað er, at øll drekka snaps úr sama glasi. Talan er bæði um góða gamla durasnapsin, og undir einum borðhaldi er eisini vanligt at skonkja og tað plagar ofta at vera úr sama glasi. Og tá ið vit samlast á stevnum og festivalum, plaga vit at bjóða hvørjum øðrum av somu fløsku.
Bjarni á Steig sigur, at tá ið øll drekka av sama glasi, er tað avgjørt ein smittukelda til corona og hann mælir til, at vit gevast við hesum.
Sjálvur hevði hann ikki latið fleiri fólk drukkið av sama glasi og tí vildi hann givið teimum hvør sítt glas.
Men hann heldur eisini, at rákið er tann vegin, at vit fara meiri og meiri yvir til tað, at lata fólk fáa hvør sítt glas.
– Tá ið ymsar støður hæsa av, hava vit lyndi til at sleppa teimum fyrivarnum, vit hava havt. Tað kann væl vera, at tað er ein hugnaligur siður at øll drekka av sama glasi, men tað kundu tey ikki funnið upp á aðrastaðni. Og sum tíðirnar eru vvorðnar, vil eg mæla til, at eisini vit gevast at drekka úr sama glasi.
– Tað er eitt fyrivarni, vit eiga at taka. Tíðirnar eru brottar og vit eiga eisin at broyta okkara vanar, sigur Bjarni á Steig.